Bilaleigufelag mist nógv undir koronakreppuni

LJÓÐBROT: Ein partur av føroysku vinnuni, sum er hart raktur av koronakreppuni, er ferðavinnan, og ein partur av ferðavinnuni eru bila-útleigufeløgini. Eitt teirra er felagið “Rent Your Car”, sum teir báðir ungu menninir og íverksetararnir, Jákup Breckmann og Tórð av Skarði, eiga og reka. Fyritøkan varð sett á stovn í apríl 2018, og hon byrjaði í januar 2019. Í ár ætlaðu ungu íverksetararnir at geva fyritøku teirra eitt ordans skump fram á leið, men so kom koronakreppan. Vit tosa við annan av eigarunum, Tór av Skarði, um hvussu teir settu fyritøkuna í gongd, og um hvussu teir hava upplivað at renna seg ímóti koronakreppuni. Nú vóna Tór av Skarði og Jákup Breckmann, at landamørkini verða latin so mikið upp, at teir fáa - um ikki annað - august mánað við.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











