Ókeypis webinar við Bárði Persson: “Trín fram, so tað stendur eftir”
Online førleikamenning bjóðar til fyrilestur mikukvøldið 27. Mei. Kl. 19,00-20,00 á netinum um frambering við Bárður Persson.
Eins og sólin, ið er horvin handan skýgg, er okkara autentiski persónur mangan fjaldur aftanfyri sløruta úttrykki.
At arbeiða við frambering, er fyrst og fremst, at arbeiða við dirvinum at avdúka seg sjálvan.
At evna at frambera seg meira autentiskt, gevur tær fleiri streingir at spæla uppá. Brádliga gerst tín boðskapur kveikjandi og viðkomandi.
Í staðin fyri at standa út á síðulinjuna, gerst tú í størri mun ein leikari úti á vøllinum við eini rødd, sum brennur ígjøgnum og einum kropsmáli við mið og málið.
Málbólkurin er ein og hvør, sum ynskir at røkka út við síni vitan, royndum, boðskapi, hugleiðing v.m. á ein meira munagóðan hátt.
Bárður var liðugt útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole í Århus 2002
Eftirfylgjandi hevur hann arbeitt nógv við sjónleiki og frambering. Seinast 6 árini hevur hann fingist við vegleiðing innan frambering av nærum øllum slagi. Eitt nú hevur hann undirvíst lærarum, næmingum, arbeiðstøkum og sjónleikarum.
Melda teg til fyrilesturin her: https://forms.gle/SyWaGpwao3JrM2p28
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











