Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Háfoss: Landsstýrismaður vil bróta avtalu við vinnu- og fakfeløg

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 24/05-2020 09:00
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, Tjóðveldi.

Tað var ein stórur dagur, tá skrivað varð undir søguliga trípartasemju í juni 2019.

Altíð hevur tað verið ein avbjóðing, at talið av lærlingaplássum hevur sveiggjað í mun til gongdina í búskapinum. Tá nógv hevur verið at gera, hava nógv lærlingapláss verið, og øvugt. Hetta hevur ikki verið nøktandi. Tí neyðugt er við meira støðugum tali av tøkum lærlingaplássum. Eisini er tað kanska serliga í niðurgangstíðum, tá trupult er at fáa arbeiði, størri tørvur á, at tøk útbúgvingar- og lærlingapláss eru. Tørvur hevur eisini verið á at betra lærlingaskipanina.

 

Semja um fleiri og meira støðug lærlingapláss

Hetta hava øll verið samd um - vinnan, fakfeløgini og politiska skipanin. Tí settu vit okkum fyri, at koma á mál við eini trípartasemju, har vit í felag fremja átøk fyri, at tryggja meira javnt útboð av lærlingaplássum, samstundis sum útbúgvingin skuldi betrast.

Úrslitið varð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýri, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið undirskrivaðu trípartasemju um støðugari lærlingapláss, betri útbúgvingar og konjunkturjavnandi lóg 24. juni 2019.


Gott við trípartasemjum

Talan var um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur. Vónin var og er, at fleiri tílíkar semjur kunnu gerast veruleiki komandi tíðina.

Tí varð spurningur í vikuni settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum um, nær væntast kundi at lógaruppskot, ið vórðu tengd at trípartasemjuni fóru at vera send til hoyringar, og løgd fyri Løgtingið. Tí í samráð við vinnuna og fakfeløgini - ið vit gjørdu semjuna við - varð mett rættast at fyrireika málini, men at lata nýggja landsstýrið senda til hoyringar og fremja í verki. Hetta varð gjørt fyri ikki at gera málið til eitt ”samgongu-andstøðu-mál” áðrenn valið, men heldur eitt mál, ið vit kundu standa saman um.


Landsstýrismaður ætlar ikki at virða semjuna

Gjørdist tí ikki sørt bilsin, tá landsstýrismaðurin púra sannførdur staðfestið, at hann ikki fór at virða avtaluna, ið gjørd varð. Hann vildi vera við, at talan var um eina vánaliga avtalu, ið enntá var brot á stýrisskipanarlóg, og at hann longu hevði framt part av avtaluni, vísandi til ein skattalætta til lærlingar. Onki av hesum er rætt.

Skattalættin hevði onki við avtaluna at gera. Talan er um eina góða avtalu fyri samfelagið og talan er sjálvandi ikki um nakað brot á nakra lóg. Tvørturímóti, vil avtalan styrkja verandi skipanir.

 

Meira viðlíkahald tá arbeiðsloysið hækkar

Eitt lógaruppskot, ið var partur av semjuni, og sum lá klárt at senda til hoyringar hjá nýggja landsstýrinum, var konjunkturjavnandi lóg. Ein lóg, ið fór at geva landsstýrinum sokallaða materiella heimild til, at økja játtanina til viðlíkahald av almennum bygningum, vegum, tunnlum v.m. við upp til 60 mió. kr. tá arbeiðsloysið hækkar uppum 3,5%. Hetta var ein liður í, at geva landsstýrinum amboð til, at skapa meira virksemi og fleiri lærlingapláss tá niðurgangstíðir eru.

Landsstýrið er meira enn eitt fólk

Vónin er, at løgmaður og landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vilja fremja trípartasemjuna í verki – hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg vera ímóti hesum. Um so er, at landsstýrið ynskir at gera onkrar tillagingar í semjuni, so kann málið sjálvandi altíð takast upp við teir partar, ið semjan er gjørd við. Tað, sum ikki má henda er, at landsstýrið rennur undan gjørdum semjum við vinnuna og fakfeløgini. Um so verður, verður ómetaliga trupult at gera trípartasemjur aftur í framtíðini. Tað hevði verið ein stórur missur.

Vóni at trípartasemjan um fleiri lærlingapláss, betri yrkisútbúgvingar og konjunkturjavnandi lóg, verður framd í verki. Tí hetta er ein avtala til fyrimuns fyri allar partar – fyri okkara ungu, fyri vinnuna, fyri alt okkara samfelag – fyri okkum øll.

22. mai 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi