Farmaskip úr Polen álopið í Guineaflógvanum
Sjórænarar lupu seinnapartin mikudagin á pólska farmaskipið, ESL Australia, sum siglir undir kypriskum flaggi.
Skipið var statt 44 fjórðingar í ein útstynning úr Bonny Island í Nigeria, tá álopið var framt. Tað eydnaðist sjórænarunum at koma umborð á skipið.
Dryad Global, sum hevur hesar upplýsingarnar, hevur í løtuni ikki fleiri upplýsingar um álopið, annað enn at manningin skal hava víðgirt seg umborð, og at flotaherlið hjá Nigeria er á veg á staðið.
Havleiðirnar sunnanfyri Bonny Island eru kendar fyri nógv sjórænaraálop. Bara í ár hava sjórænarar lopið á skip fimm ferðir. Alt árið 2019 gjørdu sjórænarar í Guineaflógvanum fýra álop á skip.
ESL Australia, sum er 17.356 DWT, var á veg frá Takoradi í Ghana til Douala í Kamerun, tá álopið varð gjørt á skipið.
Kelda: Maritimedanmark og Áhugafelagið Antares
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











