Landsstýrismaðurin sett nýtt Fólkaheilsuráð
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur útnevnt eitt nýtt Fólkaheilsuráð.
Landsstýrismaðurin útnevnir sjey liir í Fólkaheilsuráðið, og hesi verða vald fyri fýra ár í senn.
Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heldur fram sum formaður,. Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúrkahúsi, verður nýggja næstforkvinna.
Hini, sum eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru:
Unnur S. Holm, lærari á Skúlatrøð
Hallur Thomsen, viðskiftastjóri í Almannaverkinum
Katrina L. Holm, sálarfrøðingur
Katrin Danielsen, kommunulækni
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur
Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnu eru m.a. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í asambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











