Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Óvirðiligt ikki at stuðla ferðavinnuni beinanveg

Lesarabrøv, Politikkur | 27/05-2020 15:00
Á myndini: Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Í viðmerking til kjakið um stuðul til ferðavinnuna, sigur Annika Olsen soleiðis:

- Ferða- og tænastuvinnan hevur púra loyalt hildið øll tilmæli frá tí almenna, og eigur nú at fáa løn fyri sín loyalitet. 

Ferðavinnan hevur verið í stórum vøkstri um alt landið. 2020 skuldi verða besta árið nakrantíð. Størsti vøksturin og størsta virksemið er í høvuðsstaðnum, har umleið 700 arbeiðspláss eru knýtt beinleiðis at tænastu í ferðavinnuni. 

Men ferðavinnan er so ómetliga nógv annað og meira enn tað.

Ein hópur av fólki starvast innan atknýtta vinnu, sum m.a. veitarar til hotel- og matstovuvinnuna. Her er talan um veitarar av fiska- og kjøtvørum, frukt og grønmeti, vøru- og fólkaflutningi og reingerð, umframt ein hóp av fólki innan undirhaldsvinnu og aðra mentanarliga tænastu.

Ringarnir breiða seg ómetaliga skjótt, tá hotel- og matstovuvinnan liggur í andaleypi. Serliga í høvuðsstaðnum. Og tí er tað fyri mær heilt ófatiligt, at landsstýrið ikki beinanvegin kemur við einum hjálparpakka til tænastuvinnuna. 

Tí 100 miljónir er fyri onki at rokna í mun til týdningin av hesi vinnuni og eina samlaða fíggjarætlan uppá fimm miljardir.

Eg vóni ikki, at tað er soleiðis, at mann nú bara dúvar uppá avtøku av sóttarhaldinum, fyri harvið at sleppa undan at stuðla vinnuni. Skaðin er longu hendur. Vinnan hevur ikki virkað undir nøkrum lógarkravi, men hevur púra loyalt hildið øll tilmæli frá tí almenna.

Kreppan rakar serliga hart í høvuðsstaðnum, sum tíverri er undirumboðaður í samgonguni  í løgtinginum. Men eg meti, at nú skal tænastuvinnan hava løn fyri sín loyalitet. Alt annað er fullkomiliga óvirðiligt. 

Og løgtingið eigur at vera somikið at sær komið, at tað fer at stuðla einum hjálparpakka beinanvegin og harvið stuðla tænastuvinnuni, áðrenn skaðin verður óbótaligur.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi