Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

100 føroyingar royndarkoyra Føroyska samleikan

Innanlands, Politikkur | 28/05-2020 19:00
Á myndini: Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum.

Landstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fer nú at royndarkoyra talgilda Samleikan, sum er partur av Talgildu Føroyum, saman við 100 øðrum føroyingum. Í heyst kunnu allir føroyingar brúka skipanina.

Talgildu Føroyar seta nú Samleikan og Vangan í verk. Hetta verður gjørt í stigum, og í hesum sambandi fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sín føroyska Samleika í dag.

Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum og kemur í staðin fyri MínLykil og danska NemID. 

Tá tað í heyst fer at bera til hjá øllum føroyingum at stovna nýggjan samleika, skalt tú taka samleikaappina niður á fartelefonina, taka mynd av passinum og mynd av tær sjálvum. Síðan verða upplýsingarnar eftirkannaðar hjá brúkaratænastuni, sum skal vátta, at upplýsingarnar og samleikaprógvið samsvara.

Samleikin fer millum annað at kunna brúkast til at rita inn á Vangan, sum nýggi tænastuportalurin til borgarar eitur. 

Á Vanganum vera at byrja við á leið 40 nýggjar sjálvgreiðslur og tænastur frá ymiskum almennum stovnum at finna. Harumframt verður atgongd eisini til Mínboks í nýggjum hami. 

Vangin skal gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti talgilt. 

Næsta ár fara føroysku peningastovnarnir eisini at bjóða kundum sínum at brúka Samleikan fyri at fáa atgongd til netbankan.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
Malawi: ein veik glæma úr Afrika
Sigla olju út um landið
Danmark setir fleiri lond á gula listan
Kapitalisman í lágum metum í fleiri londum
Svenska ‘stammukríggið’ heldur fram, 150 spreing­ingar í fjør
Miðil: Ein matstova í Eysturoynni helt ikki kunngerð­ina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi