Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Tórshavnar býráð samtykt Ársroknskapin fyri 2019

Innanlands | 29/05-2020 15:00

Tórshavnar býráð hevur í gjárkvøldið viðgjørt og samtykt ársroknskapin fyri 2019. Annika Olsen, borgarstjóri, segði, tá ársroknskapurin varð framlagdur, at búskaparvøksturin seinastu árini sæst væl aftur í roknskapinum. Samlaðu inntøkurnar vóru 1,085 miljard krónur, 81 miljónir ella 8,08% hægri enn mett í fíggjarætlanini og 7,4% hægri enn í undanfarna roknskaparári.

Persónskatturin umboðaði 78% av samlaðu inntøkunum – 847 miljónir, sum var 5,75% hægri enn mett í fíggjarætlanini. Skattur av eftirlønarinngjøldum og DIS/FAS var 188 miljónir, metingin var 171,2 miljónir. Partafelagsskatturin var 49,3%, ið var 19,2 miljónir hægri enn metingin.

Hækkingin í skattainntøkunum 2019 samanborin við árið frammanundan stavar sostatt serliga frá hækking í persónsskattinum uppá 51 miljónir, partaelagsskatti uppá 7,3 miljónir og skatti frá eftirlønarinngjøldum uppá 17,9 miljónir.

Rakstrarútreiðslur

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í árinum vóru 788,5 miljónir, sum er 31,8 miljónir minni enn mett í fíggjarætlanini. Talan var sostatt um ein vøkstur uppá 48,9 miljónir í mun til 2018.

Orsøkirnar til øktar rakstrarútreiðslur vóru í høvuðsheitinum økt virksemi og harvið búskaparvøkstur og tilflyting. Fólkavøkstur og fleiri familjur í kommununi hevði við sær økt barnatal – og tað sæst aftur á barnaansingarøkinum, sum eftir eldraøkið hevur størstu útreiðslur við sær.

Íløgur

Í 2019 vórðu íløgur gjørdar fyri tilsamans 398,8 miljónir. 118 miljónir fóru til Skúlan á Fløtum og 28,9 miljónir til Musikkskúlan. 18,2 miljónir fóru til barnaansingarøkið, eitt nú til Frítíðarskúlan á Argjahamri, Brúna Skúla og Býlingshúsið Vesturi á Flat.

Á eldraøkinum fóru 16,3 miljónir til Umlættingar- og endurvenjingardepilin í Hoyvík og 15 miljónir til umbygging av Tjarnargarði.

Á ítróttarøkinum vórðu gjørdar íløgur fyri tilsamans 11,7 miljónir, harav 5,3 miljónir til fyrireiking av nýggja langhylinum í Gundadali, 2,8 miljónir til golfvøllin og 1,5 miljónir til klintri- og skateanlegg.

Til lendisgøtur vórðu brúktar 1,9 miljónir. 6,8 miljónir fóru til kirkjugarðin í Hoyvík og 0,7 miljónir til kirkjugarðin við Valbastaðvegin. Til vegir vórðu nýttar 25,6 miljónir – av hesum fóru 10,9 miljónir til Landavegin, 8,4 miljónir til vegin við Marknagil, og 3,8 miljónir til ferðsluljós við Eystara Ringveg og Hvítanesvegin. Kloakkir vórðu raðfestar við 7,6 miljónum.

Tórshavnar havn gjørdi í 2019 íløgur fyri 142,2 miljónir. Bátahylar vórðu raðfestir við við tveimum miljónum, harav hálvonnur miljón fór til bátahylin í Kaldbaksbotni. Restin fór til fyrireiking av nýggja bátahylinum í Álakeri og til bátahylin við Sjógv.

Úrslit og framflytingar

Úrslitið fyri 2019 eftir íløgur er 123,1 miljón. Rakstur íalt at flyta fram fyri kommununa og Tórshavnar havn er 37 miljónir – fyri íløgurnar verður íalt fluttar fram 143,1 miljón.

Tórshavnar kommuna flytir fram 21,6 miljónir av minninýtslu í rakstrinum og 97,5 miljónir av minninýtslu í íløgunum. Tórshavnar havn flytir fram 15,4 miljónir av minninýtslu í rakstrinum og 45,6 miljónir av minninýtslu í íløgunum.

Fíggjarstøðan

Fíggjarstøðan hjá Tórshavnar kommunu er góð. Tøkur peningur og virðisbrøv høvdu við árslok eitt virði á 296,2 miljónir. Orsøkin til nógva innistandandi við ársskiftið var m.a., at inntøkurnar hava verið nógv hægri enn mett, og at íløgur eru fluttar fram, umframt lántøka í árinum.

Tórshavnar kommuna – íroknað Tórshavnar havn – hevði við árslok 2019 eina langfreistaða skuld upá 253,8 miljónir. Av hesum hoyrdu 242 miljónir til Tórshavnar havn og 11,7 miljónir til Tórshavnar kommunu.

Roknskapurin varð einmælt samtyktur.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi