Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Hervør Pálsdóttir - um heimleys í Føroyum

Lesarabrøv | 30/05-2020 15:00
Á myndini: Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin.

At lesa eina grein eftir Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, um, hvat vit skulu gera við tey heimleysu í Føroyum, uttan at gretta orð um tey tiltøk, sum dag og dagliga skulu virka fyri at veita teimum heimleysu hjálp, sum t.d. Blái Krossur Føroya, Frelsunarherurin, Herbergið, Heilbrigdi og onnur við, er als ikki í lagi.

Um Hervør Pálsdóttir veruliga vil arbeiða fyri teimum heimleysu í Føroyum, eigur hon at eisini at arbeiða fyri, at hesir felagsskapir fáa hægri játtanir, so tey kunnu arbeiða fyri teimum heimleysu.

Hesi góðu tiltøkini hava verið í gongd heilt aftur til, tá vit kundu skráseta heimleysar føroyingar á gøtuni, og tey hava tí gjørt eitt megnararbeiði. At siga, at ein myndugleiki skal setast á stovn, fyri at nakað skal henda á økinum er beinleiðis lygn. Hervør átti at sett seg inn í tað arbeiðið, sum verður gjørt dagliga.

At siga, at eingin hevur ábyrgdina av teimum heimleysu er eisini lygn. Ta ábyrgdina eigur Almannamálaráðið. Eg vil tí vísa til eitt álit, sum varð undirskrivað í 2005. Tey, sum skriva undir eru felagsskapir sum Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Blái Krossur Føroya, Frelsunarherurin, Almanna- og heilsumálaráðið og Almannastovan. Hesi øll virka hvønn dag fyri, at tey heimleysu fáa veitt hjálp. Les Álit: https://lms.cdn.fo/media/1346/%C3%A1lit-um-heimleys-%C3%AD-f%C3%B8royum.pdf?s=vX2fRRSI8uKcTGmVCYFbFb6aoeM

Umframt tað yvirskipaðu ábyrgdina frá myndugleikanum, at tær breiðu herðarnar bera meir, hava vit øll ábyrgd fyri okkum sjálvum. Sjálvandi skulu tey, sum eru komin illa fyri hjálpast, men øll hava felagsábyrgd og sjálvsábyrgd í einum sunnum samfelag sum í Føroyum.

Til endans knýtir Hervør bústaðarneyðina inn í hetta evnið, og tað vísir eisini, hvussu lítið hon veit um hetta málið. Bústaðarneyð hevur einki at gera við, at fólk enda í heimloysi, tí tey hava sum oftast trupulleikar, sum fylla meir enn at fáa tak yvir høvdið.

Góða Hervør Pálsdóttir. Brúka heldur tína tíð og orku at arbeiða fyri, at Blái Krossur, Frelsunarherurin, Herbergið, Heilbrigdi, o.l. fáa eina hægri játtan fyri at bjarga teimum heimleysu í Føroyum. Tey hava veruliga brúk fyri hægri játtan.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi