Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur kannað stýring av temperaturi undir innfrysting av fiskavørum
Heilsufrøðiliga starvsstovan framdi íalt 24 eftirlit á matvørueindum, sum tókust við innfrysing og/ella frostgoymslu av fiskavørum. Samanumtikið staðfesti eftirlitsátakið, at føroysku virkini og skipini, sum vórðu kannað, styrdu temperaturi við innfyrsting, á frostgoymslu og undir avskiping, sum fyriskrivað í matvørureglunum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mátaði eingi temperaturfrávik í sýnum av fiskavørum, sum eftirlitsfólkini kannaðu undir framleiðslu og á frostgoymslunum. Innaneftirlitsskipanirnar, sum skulu tryggja og skjalfesta, at virkið / skipið arbeiðir eftir fyriskrivaðum mannagongdum, vóru sum heild loknar. Nøkur frávik vórðu staðfest. Hesi snúðu seg í høvuðsheitum um frávik frá reglunum um mannagongdir og skráseting í innaneftirlitinum.
Øll frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni undir "matur og matvøruframleiðsla", "kunning til borgaran", "átaksfrágreiðingar"
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











