Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvagar eru vit á veg?

Innanlands, Lesarabrøv | 29/05-2020 22:00

Orðafellið ‘eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir’ sprettir óivað av lívsroyndum í einum samfelag, sum í øldir hevur verið í beinleiðis takholti við náttúruna – í bjørgum, á fjøllum, á sjógvi og á lending.

Tíbetur er óvissan av hesum slag minni og minni í tøkniliga framkomna samfelagnum. Men harfyri er ikki øll óvissa burtur. Tað margháttliga er, at hjá teimum, sum fáast við fiskiveiðu, er tað seinastu árini vorðið nógv lættari at spáa um veður og vind og fiskaprísir, enn tað er at spáa um, hvat myndugleikin kann finna uppá, tá um fiskivinnu ræður.

Í 1992 fóru Føroyar á húsagang. Breið semja var tá um, at eitt beinleiðis samband var millum føroyska húsagangin og so tað, at ávísir føroyskir botnfiskastovnar høvdu verið illa fyri í longri tíð.

Í sambandi við endurreisnina av føroyska samfelagnum varð farið til Danmarkar eftir peningi. Ein av treytunum, sum danir settu var, at trygd varð veitt fyri eini skipan, har lívfrøðiliga tilfeingið í havinum um Føroyar framyvir fór at verða umsitið lívfrøðiliga burðardygt. Úrslitið av hesum var lógin um vinnuligan fiskiskap frá 10. mars 1994.

Í forarbeiðnum til lógina um vinnuligan fiskiskap stendur m.a.: “At býta út konsessiónsrættindi og veiðiloyvir í hesi skipan ... verður ikki gjørt fyri tey, sum fáa konsessiónir og veiðiloyvir, men við tí endamáli at verja fiskastovnarnar ...”. Við hesum atliti er fiskidagatalið undir Føroyum eisini minkað, so tað nú bert er umleið helvtin av tí, sum tað var í 1996.

Ein meginregla í lógini var, at allir bólkar, sum høvdu somu fiskasløg sum høvuðsveiðu, vórðu skornir eins nógv, soleiðis at lutfallið bólkanna millum varð varðveitt. Hetta viðførdi, at kapping og tillaging fór fram innan hvønn bólk sær. Øll hesi viðurskifti vórðu beinleiðis regulerað í lóg.

Í 2010-2011 vóru tvey fyribrigdi staðfest í føroyskum sjógvi. Annað fyribrigdið var, at Havstovan í sínum 2009-tilmæli í roynd og veru staðfesti, at toska- og hýsustovnarnir á landgrunninum vóru kollapsaðir. Tilmælið frá Havstovuni var, “at best hevði verið við einum fullkommum veiðibanni eftir hesum fiskasløgum.”

Hitt fyribrigdið var, at samsvar ikki var millum ferðingarlagið hjá makreli í føroyskum sjógvi og føroyska partin av makrelkvotuni (27.991 tons í 2009). Føroyar kravdu tí at fáa ein størri part av hesum tilfeingi (úr uml. 5 prosent upp í 15 prosent) – 85.000 tons í 2010 og 150.000 tons í 2011.

Fyrisitingin av nýggja makreltilfeinginum hevur kollvelt alla føroyska fiskivinnu. Tilvildarlig útlutan og tilvildarligar treytir fyri gagnnýtlsu av nýggja makreltilfeinginum (og seinni eisini øðrum uppisjóvartilfeingi) hava havt við sær, at allar fyritreytirnar fyri kapping og tillaging blivu avlagaðar.

Soleiðis sum nýggja tilfeingið hevur verið fyrisitið, so er tað myndugleikin, sum seinastu árini hevur valt vinnarar og taparar í føroyskari fiskivinnu. Hetta er gjørt við at myndugleikin hevur sprænt makrelfígging í misjøvnum nøgdum og við ymiskum treytum til bólkarnar í flotanum. Teir bólkar, sum hava fingið størstu innspræningarnar, eru vinnararnir og hava heilt ella partvís yvirtikið ein stóran part av heimaflotanum.

Partar av heimaflotanun høvði árini 2007–2017 gingið eina oyðimarkargongd, tí myndugleikin hesi árini hevði noytt hann at velja ímillum at liggja við kai ella fiska av stovnum, sum sambært Havstovuni vóru fullkomuliga niðurundirkomnir.

Við hesum ber til at siga, at endamálið um, at veiði- og fiskirættindi ikki vórðu býtt út við atliti at teimum, sum fingu, men við “tí endamáli at verja fiskastovnarnar ...” varð gjørt til skammar.

Tað tykist sum løgtingið í seinastuni eisini hevur tikið táttin upp eftir fyrisitingini og er farið at áseta fiskirættindi ymiskt fyri ymiskar bólkar. Seinasta dømið um hetta, er at løgtingið burtur úr ongum samtykti, at ein bólkur – sum tann einasti í 2020 – skuldi fáa 24% fleiri fiskidagar, enn hann hevði árið frammanundan.

Í skrivandi løtu liggja broytingar um endaligar avhendingar av fiskirættindum í løgtinginum. Verða hesar broytingar samtyktar, so lata tær upp fyri uppaftur størri avlagan av bólkarættundum.

Hvussu kann tað vera komið hartil, at tað er lættari at spáa um veður og vind og fiskaprísir, enn tað er at spáa um, hvat myndugleikin kann finna uppá, tá um fiskivinnu ræður?

Hvagar eru vit á veg?

Óli Jacobsen


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi