Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing
? / ??

JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!

Kristiligar Tíðindasendingar | 31/05-2020 15:10
Óli Steinberg og Karsten Hansen

Tað var í 2008, at Missiónskipið Juvél 2 fór til Grønlands á fyrsta sinni. Síðani hevur skipið verið á hvørjum ári í Grønlandi. Í fjørð var Juvél 2 so langt norðuri sum í Thule. Hetta var fyrsta vitjanin hjá Juvél 2 í Thule.

Ætlanin var at fara til Vestur-Grønlands 20. mai í ár og vitja bygdir og býir norður til Diskovíkina, men koronasmittan gjørdi, at ferðin varð fyribils avlýst.

Tað er trúboðin, Óli Steinberg, sum hevur leitt arbeiðið við Juvél 2 síðani hann varð settur í sigling í Grønlandi í 2008. Nú hevur Óli ynskt at annar tekur høvuðsábyrgdina av arbeiðinum. Óli hevur virkað sum trúboðari í Grønlandi í 44 ár, og høvuðstænasta hansara hesi 44 árini hevur verið at sigla frá plássi til pláss við evangeliinum. Familjan flutti til Grønlands í 1977. Tað eru nøkur ár, síðani tey fluttu aftur til Føroyar. 

Bátarnir og skipini, sum hava verið í Misssiónssigling hjá Grønlands-Missiónini hava verið seks í alt:

BOÐBERIN var tann fyrsti. Hetta var ein snøggur bátur við rúmligari salong, sum samkoman í Ebenezer í Havn brúkti í fimtiárunum at ferðast við út til bygdirnar til útimøtir. Bilaumboðsmaðurin Rósing Rasmussen sáli í Runavíkini, keypti bátin og brúkti hann sum familjubát í nøkur ár. Báturin varð fluttur til Grønlands í 1973, har hann varð brúktur í Missiónsarbeiði.

OQUASEQ: Síðani kom Oquaseq, sum var gamli Sildberin, ið m.a. sigldi sum strandfaraskip í Føroyum. Oquasek kom til Grønlands í 1976, og varð m.a. brúktur til at sigla við børnum inn til barnalegurnar í Godthaabsfjørðinum.

BEINTA: Síðani kom glasfiburbáturin Beinta í 1977. Tað var Reiðarin Ejler Jacobsen, sum lat bátin byggja í Norra miðskeiðis í sjeytiárunum, og kallaði hann upp eftir konu síni Beintu.Tá nøkur ár vóru gingin, ynskti Ejler og Beinta at geva bátin til missiónsarbeiði í Grønlandi, og tá var Óli Steinberg byrjaður at virka sum trúboði í Grønlandi, og Óli fekk bátin í varðveitslu at brúka í Missionssigling millum bygdir og býir.

IMMANUEL og JUVÈL: Síðani komu glasfiburbátarnir Immanuel og tann fyrri Juvél. Hesir eru framvegis í tænastu í Grønlandi.

JUVÉL II: Tann seinasti í flotanum hjá Grønlands-Missiónini er Juvél II, sum varð keyptur á auktión frá donsku marinuni, og byrjaði í Grønlands-Misiónini í 2008. Hann varð umbygdur í 2010, og er framvegis í tænastu í Grønlandi.  Seinastu 9 árini hevur hann eisini siglt sum trúboðaraskip fyri Atlantic Mission í grannalondunum kring Føroyar.                                   

NÝGGJ LEIÐSLA
Karsten Hansen, búsitandi í Klaksvík og fyrrverandi løgtingsmaður, hevur átikið sær leiðsluna av Grønlands-Missiónini við Trúboðaraskipinum Juvél 2. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Karsten er við Juvél 2. Hann hevur verið nógvar túrar saman við Óla Steinberg og øðrum, sum hevur givið honum drúgvar royndir í missiónsarbeiðinum  í Grønlandi, og sum eisini ger hann væl ílætnan til hesa stóru leiðarauppgávu.

Kristiliga Tíðindasendingin tosaði við Karsten Hansen umborð á Juvél 2 týsdagin í seinastu viku. Hann sigur, at teir hava samband við Grønlendskar Koronamyndugleikar, sum koma við nýggjum boðum 01 juni. Karstin sigur: “Líka so skjótt at alt verður frígivið og vit kunnu koma til Grønlands, so verður farið avstað!” Karsten sigur annars, at tað er eingin meining í at fara til Grønlands um so er, at man ikki kann savna fólk til møtir og bjóða fólki umborð.

Karsten sigur eisini, at orsaka umstøðurnar er ferðaætlanin, sum upprunaliga var Vestur-Grønland, broytt til Suður og Eystur Grønland, um so er, at túrurin verður gjørdur. Nærri fæst at vita eftir 01. juni. Verður farið til Grønlands, so skal Juvél II vera aftur í Føroyum seinast 20. september.

Juvél II við bryggju í Hirtshals 2010. Júst umvældur.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus 
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi