BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
Áðrenn vit enda skulu vit einaferð enn minna á Bíbliu- og Tónleikatúrin við Norrønu.
Aftur í ár verður arbeitt við at fyrireika eina Bíbliu- og Tónleikaferð við Norrønu millum Havnina og Hirtshals 16 til 19 august.
Túrurin í ár er nr. 10. Undirtøkan hevur verið góð á øllum túrunum, og prísurin hevur verið nøktandi, har allar máltíðirnar altið hava verið íroknaðar. Í ár er prísurin 1.995 krónur, og tá er morgunmatar- og kvøldbuffé íroknað allar tríggjar dagarnar.
Aftur í ár verður lýst við eini Bíbliu- og Tónleikaferð, har bæði bíbliutímar, fyrilestrar og tónleikur verður at hoyra. Tað verða Rógvi Joensen og Poul Færø, báðir úr Klaksvík, sum koma at hava bíbliutímarnar umborð. Elsa Djurhuus kemur at greiða frá sínum lívi við atliti til Zarepta, og MC Restorff kemur at greiða frá Grønlandsferðunum hann hevur gjørt við Juvél II.
Aftur í ár verður tað MC, sum kemur at standa fyri tónleikinum. Afturat honum verða Oasubrøðurnir, Svein í Prestgarði og Jóannes S. Hansen úr Runavíkini.
Farið verður av Havnini sunnukvøldið kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið kl.18:30
Tilmeldingin er byrjað og fer fram á Smyril Line tlf: 345900 ella t-post: booking@smyrilline.fo Tá tú biður um ferðaseðil skalt tú viðmerkja , at tað er til Bíbliu- Tónleikaferðina. Ferðin kostar 1.995 krónur, tá er alt íroknað!
Um ein ynskir at vita meira um ferðina er ein vælkomin at ringja til Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar tlf: 228314 ella Martin Dam Joensen, Smyril Line tlf: 235920
Men um so er, at ferðin verður avlýst vegna korona, so verður kunnað nærri um tað seinni, men samskipararnir meta, at tað er ov tíðliga at avlýsa ferðina nú.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur