Í øðini eftir samrøðu við Trump
Amerikanski forsetin hevur ringt til beiggja George Floyd, Philonise Floyd, sum nú krevur, at fýra løgverjumenn, sum vóru blandaðir uppí í handtøkuna av beiggja hansara, fáa deyðarevsing.
- Samrøðan gekk skjótt. Hann gav mær ongan møguleika at tosa. Eg royndi, men forsetin lurtaði ikki eftir mær. Hann var ikki áhugaður at hoyra, hvat eg hevði at siga, sigur Philonise Floyd, beiggi George Floyd.
Hann skilir ikki, hvussu tað kundi bera til, at beiggin skuldi doyggja undir handtøkuni, eftir at fýra løgverjumenn handtóku hann. Floyd var undir illgruna fyri at hava goldið við einum følskum peningaseðli.
Eftir at vera handtikin, varð hann lagdur niður, og ein løgverjumaður traðkaði í fleiri minuttir niður á hálsin á honum. Endin var, at Floyd doyði. Og tað er hetta sum hevur ført til mótmæli og ófrið um alt USA seinastu dagarnar.
Kelda: NRK
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur