Donald Trump hóttir við hervaldi móti mótmælisfólkum
Amerikanski forsetin kallar mótmælini í gøtunum í nógvum amerikonskum býum fyri yvirgang, og hann hóttir við at seta herin inn fyri at berja mótmælisfólkini niður. Higartil eru 5.000 fólk handtikin í mótmælunum.
Tað varð illa upptikið, tá forsetin á einum tíðindafundi skuldsetti nógvar guvernørar - demokratiskar serliga, fyri at vera ov veikar. Og hann heitti á teir um at taka valdið aftur í gøtunum.
- Eg fari at seta amerikonsku verjuna inn, og soleiðis loysa trupulleikan fyri tykkum. Eg handli skjótt og avgjørt fyri at verja høvuðstað okkara, segði forsetin, tá hann tosaði um Washington.
Fleiri guvernørar hava víst skuldsetingunum hjá forsetanum aftur sum humbukk, og ein løgregluovasti heitti í gjárkvøldið á forsetan um at halda skarpan, og heldur tosa við kærleika til fólkið, sum er frustrerað um vánalig kor í landinum - ikki minst eftir koronasmittuna, sum hevur ført millum 30 og 40 milliónir fólk út í arbeiðsloysi.
Tað skrivar NRK.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











