Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Dansibandsfestivalurin avlýstur í ár, men verður aftur í 2021

Innanlands, Mentan | 03/06-2020 13:00

Dansibandsfestivalurin er avlýstur, nú tað er greitt, at Korona-tilmælini fyri summarið ikki verða broytt og tað verður frámælt at hava størri tiltøk, stevnur og festivalar.

Dansibandsfestivalur verður tó aftur í Vági vikuskiftið 30. apríl - 1. mai 2021.

Fyrireikararnir eru sera fegnir um stóra áhugan fyri Dansibandsfestivalinum og tað er greitt, at Dansibandsfestivalurin 2020 skuldi verða tann størsti nakrantíð. Kampingplássið var útselt og forsølan av vikuskiftispassum hevur ongantíð verið so góð.

Hesar upplivingarnar eru nú útsettar til 2021.

Tey nógvu, sum hava keypt vikuskiftispass, kunnu velja at flyta vikuskiftispassið til 2021, og tað sama er galdandi fyri tey, sum hava bílagt og goldið fyri kampingpláss.

Fyriskipararnir vóna, at tey flestu taka av møguleikanum at flyta vikuskiftispassini og bíleggingarnar av kampingplássinum til 2021.

Ynskja fólk hinvegin at fáa peningin afturgoldnan, so ber til at fáa gjaldið fyri vikuskiftispassið og kampingplássið endurgoldið, tó undantikið avgreiðslugjaldið á 20,- kr.

Tey, sum ynskja peningin endurgoldnan, kunnu venda sær til Hans Jacob Hjelm umvegis teldupost: hansjacobhjelm@yahoo.com - og uppgeva navn, bústað og konto-nummar, har peningurin skal flytast aftur á.

Tey, sum ikki venda sær til fyrireikararnar við fráboðan um at fáa peningin endurgoldnan, verða skrásett sum luttakarar í Dansibandsfestivalinum 2021.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
Malawi: ein veik glæma úr Afrika
Sigla olju út um landið
Danmark setir fleiri lond á gula listan
Kapitalisman í lágum metum í fleiri londum
Svenska ‘stammukríggið’ heldur fram, 150 spreing­ingar í fjør
Miðil: Ein matstova í Eysturoynni helt ikki kunngerð­ina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi