Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ÍSF: Ítrótturin hevur stóran samfelagsligan týdning

Innanlands, Ítrottur | 03/06-2020 14:00
Hesi fingu silvur og gullnál ÍSF. Frá vinstru: Hjalmar Petersen, Oddmar Nielsen, Magnus Tausen og Rókur í Jákupsstovu.

Ítróttarsamband Føroya hevði Aðalfund 30. mai. Ársfrágreiðing varð gjørd, og limir vórðu heiðraðir við gull- og silvurnál.

Skriv frá ÍSF um aðalfundin 30. mai:

Á aðalfundinum hjá ÍSF staðfesti forsetin stóra samfelagsliga týdningin, sum ítrótturin hevur. Eisini fegnaðist forsetin um fíggjarliga stuðulin frá almennu myndugleikunum, nú fleiri ítróttagreinar hava verið noyddar til, at avlýsa tiltøk og dystir orsaka av korona tiltøkunum.

Eins og í restini av samfelagnum, fylti korona-støðan eisini á aðalfundinum hjá ÍSF.

- Korona rakti alt samfelagið, og brádliga stóð sólarklárt fyri okkum, hvussu stóran týdning ítróttur í roynd og veru hevur fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – ikki minst hjá børnum og ungum, segði Elin Heðinsdóttir Joensen forseti í ÍSF.

Hon legði dent á, at ítrótturin er eitt grundleggjandi frælsi og eitt týðandi samfelagsvirði, sum er grundvøllurin undir leiki, kapping, samveru og vinaløgum. 

- Vit eru øll í sama báti í løtuni, tá talan er um avleiðingarnar av korona, men hetta virðismikla samfelagsvirðið eigur ikki at vera kroyst so nógv fíggjarliga, at talan verður um eitt beinleiðis hóttafall. Sum samfelag hava vit milt sagt ikki ráð at niðurlaga ítróttin, tí tað skerjir ein stóran part av okkara fólksliga grundvølli, staðfesti Elin Heðinsdóttir Joensen.

Ítrótturin hevur merkt fíggjarliga sviðan av korona-kreppuni, og tí kom korona-stuðulin frá landsstýrinum í gjár sera væl við. Men langt áðrenn korona-kreppuna sást ein annar fíggjarligur veruleiki í føroyska ítróttaheiminum.

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, gjørdi greitt á aðalfundinum hjá ÍSF í dag, at sum støðan er í løtuni, so minkar stuðulin til sambondini 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist 1,5 milliónir krónur í 2021. Orsøkin er, at eingin stórur vinningur í Danske Spil er vunnin í Føroyum seinasta árið, og tí minkar inntøkan frá Sp/f Ítróttavedding. 

Elin Heðinsdóttir Joensen vísti á, at tað er ein sannroyndur veruleiki, at tað kostar at senda okkara ítróttafólk út í heim at kappast sum føroyingar undir føroyskum flaggi ímóti teimum bestu.

Nevndarval og heiðursmerki

Jon Hestoy og John Kjær stóðu fyri vali á aðalfundinum. Báðir vóru afturvaldir uttan mótvalevni.

Tað er siður á aðalfundinum hjá ÍSF at lata heiðursmerki fyri arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt. Í dag fekk Oddmar Nielsen, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya silvurmerki ÍSF. Gullmerki fingu: Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya og Hjalmar Petersen, sum er fyrrverandi formaður í Ríðisambandi Føroya og dómari í hondbólti – hann var m.a. altjóða dómari saman við Kristiani Johansen í fleiri ár.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi