Gongutúr á Norðyastevnu
Í morgin byrjar Norðoyastevnan, og fleiri tiltøk verða, millum annað verður skipað fyri gongutúri.
Gongutúrur á Norðoyastevnu
Norðoya Gongufelag ger ein gongutúr kl. 9 leygarmorgunin 6. juni.
- Hesa ferð verður túrurin á eystursíðuni niðan á Kjøl og vónandi Myrkjanoyrafjall. Veðrið er týdningarmykil viðspælari hjá okkum gongufólki, og tað er ikki lætt at spáa um. Tí bíða vit við at avgera, hvar vit møtast og hvagar leiðin gongur.
Vit vóna at fáa ein rimmar gongutúr, og at hetta verður ein góður dagur at søkja hæddirnar, samtíðis sum vit fylgja tilráðingunum um frástøðu. Vit ynskja tí at heita á øll gongufólk, og annars øll onnur gonguáhugaði, um at seta kross í álmanakkan.
Sum upphiting til Norðoyastevnuna verður eisini arbeitt við onkrum mentannarligum íkasti til túrin, men hetta er ikki komið uppá pláss enn. Veðrið spælir sjálvandi ein rættiliga stóran leiklut í slíkum tiltaki, og um veðrið ikki verður til vildar, so verða broytingar, so sum at túrurin kann blíva styttur.
Fólk verða vinarliga biðin um at fylgja við á Norðoya Gongufelag - á FaceBook, har vit lýsa nærri tveir dagar frammanundan.
Mint verður um krøv frá myndugleikunum um frástøðu og reinføri!
Tað skrivar Norðoya Gongufelag í tíðindaskrivi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur