Samrøða: Ógvusligar lógir samtyktar í skugganum av korona
LJÓÐBROT: Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur tað vera ógvusligar lógir, sum eru samtyktar í løgtinginum - í skugganum av koronakreppuni. Talan er m.a. um eina lóg fyri løgregluna og eina fyri donsku fregnartænastuna, PET.
Hetta skal vera gjørt vælvitandi um, at almenningurin og fjølmiðlar fyrst og fremst hava havt korona í huganum seinastu vikurnar. Talan er um umfatandi og sera týðandi lóggávu, ið krevur gjølla viðgerð, sigur løgtingskvinnan.
- Løgreglan í Føroyum skal sjálvandi hava góðar og greiðar lógarkarmar. Best var um vit samtyktu føroyska lóg fyri føroysku løgregluna, men til tá, er alneyðugt, at Landsstýrið og Løgtingið tryggja at danska lóggávan hóskar til føroyska samfelagið. At leggja eina danska lóg fyri Løgtingið, uttan at tillaga hesa til føroyska samfelagið, og uttan at føroyskir myndugleikar eru partar av lóggávuni, tað líkist ongum. Tá gerst Løgtingið bert eitt stempulkontór fyri danskar myndugleikar, heldur Kristina Háfoss.
Í gjár samtykti Løgtingið, at løgreglan – sum er undir donskum valdi – fær heimild í nýggjari lóg at nýta stavar, hundar, gass og piparspray móti fólki í Føroyum – eisini hóast tey bert gera passiva mótstøðu, so sum eitt mótmælistiltak kann vera. Løgtingskvinnan nevnir støðuna í USA í hesum døgum, og spyr um vit ynskja, at heimildir skulu vera til at nýta hesa amboð til mótmælistiltøk? Løgtingið samtykti eisini, at danski herðurin skal kunna koma til Føroyar og virka her, um løgreglan ynskir hetta. Og danski justitsministarin fær hartil víðar heimildir at áseta nærri reglur – og enntá onki er ásett um, at hetta skal gerast í samráð við føroyskar myndugleikar.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur