Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nólsoy: Bakkaverja og nýggjur fótbóltsvøllur

Innanlands | 06/06-2020 23:00
Nólsoy. Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen

Hóskvøldið var borgarafundur fyri nólsoyingar. Nógv fólk var komið saman at hoyra um tey bæði málini, sum vóru á skrá: bakkaverjan og nýggjur fótbóltsvøllur.

Kommunan fer í stundini at hyggja og viðgera viðmerkingarnar og uppskotini, sum komu fram á fundinum.

Spurningurin um ógvusliga brimið, sum skolar inn yvir bygdina og serliga fótbóltsvøllin, var til viðgerðar. Seinast vøllurin fór illa var í storminum 29. februar, og nú skal ein nýggj varandi loysn finnast. Spurningurin er, um arbeiðast skal við at gera verju, ella um man skal gera eina opna slúsu. Møguleikarnir verða kannaðir.

Fótbóltsvøllurin er styttur, so uppgangurin ikki oyðileggur vøllin. Og nú verður so vøllurin breiðkaður upp ímóti bygdarhúsinum.

Umframt málini á skrá, varð sáttmálin um vetrarfriðing undirskrivaður, og hetta merkir, at Nólsoyar bygd verður endaliga vetrarfriðað seinni í ár. Hetta fekk lógvabrestirnir at runga.

Borgarafundurin varð hildin í Royndarhúsinum í Nólsoy.

Áðrenn borgarafundin varð eisini vitjað inni í nýggja Visit Nólsoy, sum Anja Wardum rekur, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
Malawi: ein veik glæma úr Afrika
Sigla olju út um landið
Danmark setir fleiri lond á gula listan
Kapitalisman í lágum metum í fleiri londum
Svenska ‘stammukríggið’ heldur fram, 150 spreing­ingar í fjør
Miðil: Ein matstova í Eysturoynni helt ikki kunngerð­ina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi