Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Jonny Noer og Manu sareen, fyrrverandi kirkjumálaráðharri, - sjáldsom rættarsak

Kristiligar Tíðindasendingar | 21/04-2017 12:55

Tá danska fólkatingið í juni 2012 samtykti við lóg, at gera eitt vígsluritual til vígslu av samkyndum og harvið innføra við lóg, at fólk av sama kynið kunnu vígast í donsku fólkakirjuni, tá fleyt bigarið yvir hjá kenda danska journalistinum, rithøvundanum og prædikumanninum Johny Noer, sum fleiri ferðir hevur vitjað Føroyar og hildið fyrilestrar og tala fyri fullsettum hølum.

Sama mánaða, sum nýggja hjúnabandslógin varð samtykt, fór fyrsta vígslan av samkyndum fram í donsku fólkakirkjuni fríggjadagin 15. juni 2012.

Johny Noer er sannførdur um, at við hesi nýggju hjúnabandslógini, hevur danski kirkjumálaráharrin og harvið kirkjumálaráðið gjørt seg inn á og brotið donsku grundlógina, sum greitt sigur í kapitul 1 og paragraf 4: “Den Evangelisk-Lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten.”

Johny Noer fór beinleiðis til verka og fyrireikaði stevning móti kirkjumálaráðnum og táverandi kirkjumálaráðharra, Manu Sareen.

Saman við nýstovnaða kristiliga felagsskapinum “MED GRUNDLOV SKAL LAND BYGGES,” og teirra umleið 300 limum, stevndi Johny Noer tann 15. desember í 2014 fyrrverandi kirkjumálaráðharra, Manu Sareen, og tann táverandi kirkjumálaráðharran, Marianne Jelved, fyri Eystara Landsrætt.

Kravið hjá saksøkjarunum var, at Manu Sareen verður dømdur at hava brotið donsku grundlógina, og at inniverandi kirkjumálaráðharri, Marianna Jelved, verður dømd at avtaka nýggju hjúnabandslógina.

Málið hevur havt sína gongd í býrættinum í Keypmannahavn, og har frá til Eystara Landsrætt, og síðani fór málið í hægstarætt, og dómur fall í málinum hósdagin 23. mars kl.12:00 2017 – tað tók dómaranum bert 2. minuttir at lesa dómin, sum í stuttum var tann, at Johny Noer tapti sakina sæð frá einum juridiskun sjónarmiði.

Kristiligt Dagblad skrivar sama dag: “Det tog under to minutter for dommeren i Højesteret at sætte punktum i en over to år lang sag om folkekirkens selvbestemmelse. Klokken 12 i dag læste hun dommen højt for en tom sal, klappede sin bog sammen og forlod salen.”

Johny Noer varð spurdur í eini samrøðu í Radio24syv, um hann helt at Gud var vónbrotin av, at tey taptu sakina. Tá svaraði Johny, at “hann ivaðist ikki í, at Gud kendi dómin frammanundan.......vit hava tapt slagið, men fara at vinna kríggið!”

Johny Noer, saman við sínum nýstovnaða felagsskapi - MED GRUNDLOV SKAL LAND BYGGES – er fult og heilt sannførdur um, at danski staturin og danski hægstirættur hevur við hesi lóg og dómsavgerðini hósdagin 23. mars, gjørt eitt serdeilis álvarsamt inntriv í sína egnu grundlóg og fólkakirkjuna, og tá serliga kapitul 1, paragraf 4, sum kemur at broyta totalt støðuna hjá donsku fólkakirkjuni í danska ríkinum. Sambært Johny Noer er dómurin hjá hægstarætti hósdgain 23. mars kl.12:00 eitt myrkt skýggj, sum boðar frá eini maktyvirtøku hjá statinum bæði í fólkakirkjuni og í tí almenna kristiliga rúminum.

Johny Noer sigur, eftir hægstarættardómin, at nú verður farið inn í eina nýggja fasu í stríðnum at varðveita paragraf 4 í kapitul 1 í donsku grundlógini, og hann heitir á allar kirkjuligar institutiónir og tey kristnu sum heild í Danmark um at standa saman í hesum stríðnum.

Um onkur ynskir at vita meir um Johny Noer og grundlógarmálið, ber til at leita inn á heimasíðuna hjá Johny Noer ella heimasíðuna hjá felagsskapinum, med grundlov skal land bygges.

KELDUR: Kristeligt Dagblad / Heimasíðurnar: www.noer.info www.medgrundlovskallandbygges.dk


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi