Brandur Sandoy: So er eykajáttanin samtykt
1,3 mió kr játtaðar at fáa ítróttarhøllina í Dalinum lidan og 2,5 mió kr eru játtaðar til at taka grót uppúr innsiglingini í Skopunar Havn.
Hetta hevur við sær, at 2,5 mió kr eru játtaðar til at taka grót uppúr innsiglingini í Skopunar Havn.
Hetta hevur nógv at siga fyri regularitetin á siglingini til Sandoynna í vetur. Hesuferð verður alt grótið sum har er ruddað burtur.
Eisini eru 1,3 mió kr játtaðar at fáa ítróttarhøllina í Dalinum lidna og fáa hana endaliga avhendaða til kommunurnar, nú 10 ár eftir at spakin varð settur í vøllin.
Hetta hevur við sær at høllin umsíðir kann nýtast uttan tær avmarkingar í talinum av fólkum ið kunnu verða inni í senn, sum hevur verið galdandi seinastu árini vegna brunakrøvini.
Eg nýtti høvið hjartaliga at takka politisku skipanini fyri at hava bygt høllina á Sandoynni. Eitt stig sum skipanin ikki á nakran hátt hevði skyldu til, men sum nógv nýta gott av í oynni, og sum vit eru sera takksom fyri.
Farið verður undir at sprongja tunnilin til Dals í septembur, og ætlanin er at arbeiðið skal halda áfram eftir nýggjár. 9 mió kr eru játtaðar í ár.
Nógv er at arbeiða fyri politiskt í Sandoynni, eitt nú má vegurin í Sandslíð dagførast so hann kann taka vaksandi ferðsluna tá Sandoyartunnilin er veruleiki, og somuleiðis vóni eg at fáa felags forstáilsi fyri at neyðugt er at broyta vallógina, soleiðis at smáu økini í Føroyum fáa fasta umboðan á Tingi.
Fegnist um tað sum er komið á skafti higartil, og gleði meg til komandi avbjóðingar
Tað skrivar Brandur Sandoya á sínum facebook-vanga.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur