Fingu 250.000 kr. í gávu
Henda fantastiska gávan á ikki minni enn 250.000 krónur ger tað møguligt hjá okkum at keypa nýggja útgerð til eitt farbart sjónvarpsstudio.
Danski grunnurin BorgFonden hevur stuðlað Trúboðanum peningaliga. Henda fantastiska gávan á ikki minni enn 250.000 krónur ger tað møguligt hjá Trúboðanum at keypa nýggja útgerð til eitt farbart sjónvarpsstudio. Nú biðja vit tykkum um at hjálpa okkum við teimum síðstu pengunum. Tað skrivar trubodin.fo
Heimasíðan skrivar víðari:
– Vit hava leingi hugsað um, hvussu vit kunnu fáa evangeliið út til fleiri fólk við at økja um framleiðsluna av filmsbrotum. Tá stórur partur av missiónarbeiðinum steðgaði upp í mars mánaða, bleiv tað brádliga enn meir umráðandi at leggja dent á filmsbrotini.
Vit høvdu bara ikki nóg nógva útgerð. Tað fortelur trúboðarin, Carsten Fonsdal Mikkelsen. Hann hevði hoyrt um ein grunn í Danmark, ið stuðlaði kristiligum endamálum. Tá hann spurdi grunnin, um tað bar til at senda teimum eina umsókn úr Føroyum, fekk hann eitt sera positivt svar: – Tað gleðir okkum at hoyra um tykkara samfelag, flottu náttúru, mentan og tykkara kirkjuligu virksemi og ávirkan á Ríkisfelagsskapin, skrivaði stjórin í BorgFonden, Johannes Nordgaard Mortensen, sum legði dent á, at tey tóku móti umsóknum úr øllum ríkisfelagsskapinum.
Les alla greinin HER https://trubodin.fo/trubodin-fingid-storfingna-gavu-fra-donskum-grunni/
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið




















Nýggjastu tíðindi











