Undarligt sum stemningurin skiftir
Fyri 10 døgum síðani vóru øll á gosi um at tað almenna hevði uppgivið at kanna og hvør føroyingur, sum hevði veri uttanlanda í Koronalandi kundi vassa beinleiðis inn á ellisheimini, dagin eftir heimkomuna og introdusera svenskar tilstandir!!
Eg ætli mær ikki út í eina diskussión við sonevnda gadens parlament um. Korona kanningar og havi alla tíðina mælt til at kannað øll, um. Tað er alment ella privat er líkamikið, men umráðandi er at ger tað. Eg havi verið í Amplexa síðan 2005 tá hetta áhugaverda molikylær biologiska felagið bleiv sett á stovn saman við Norðoya Íløgufelag. Her liggur nógv servitan, m.a verða allar epilepsikanningar í Danmark gjørdar av Amplexa saman við Dianalund/Filadelfia.
Vit gera Korona kanningar fyri grønlendska Heilsumálaráðið og gera kanningar í Danmark fyri Smyril. LINE. Í Føroyum hava vit hjálpt Thetis ígongd at gera tær her tí landið hevði tørv á kannar blíva gjørdar og tað almenna heilsuverkið hevði melda frá og HFS hevði sagt seg ikki hava kapacitet. Her hevur Hans Atli svara Sakaris Zachariassen og eg haldi hetta er essentielt.
Undarligt sum stemningurin skiftir. Fyri 10 døgum síðani vóru øll á gosi um at tað almenna hevði uppgivið at kanna og hvør føroyingur, sum hevði veri uttanlanda í Koronalandi kundi vassa beinleiðis inn á ellisheimini, dagin eftir heimkomuna og introdusera svenskar tilstandir!!
Heilt galið ikki at kanna var tankin tá ....men nei var meldingin frá almenna, teir høvdu uppgivi og hævdu ikki kapacitet....nú skuldi Føroyar vera opið.
Nú havi eg verið við at seta hetta upp - hetta er mítt øki, molekylærbiologi - og eg veit at kanningin riggar og hetta er tað WHO timælir. Og eg veit at tú Sakaris og allir føroyingar eiga 75% av penimginum sum kemur inn til Amplexa tí landið eigur 75% av Amplexa Genetics (Føroygrunnurin og Framtaksgrunnur Føroya).
Og harafturat er henda koronatestin ikki nakað man spinnir gull uppá tí hetta er bíligasta komnerciella kanning av hesum slag í Europa. Poting og kanning fyri 390 krónur!!
Ísland tekur 100 euro pr test, í CPH Lufthavn umleid 1000 kr etc etc
So alternativið hjá okkum sum liva av molekylærbiologi vit skulu pakka saman nú tað er brúk fyri okkum er tað parolan?
So kanst tú og aðrir senda stuðul til okkum medan vit bíða til korona er av. Ikki nokk at tit hava goldi fyri skúlingina og 30 árs útbúgving!
Ella vit kunnu hjálpa og royna at bøta um støðuna og gera tað vit eru best til, screena, molekylærgenetiskt håndværk sum landid hevur brúkt milliónur uppá at útbúgva meg til. Tað er nú vit skulu vísa hvat vit hava lært og vita.
Eg kann pakka saman og fara heim at trekkja uppá tínar pengar meðan vit bíða til hetta gongur yvur ella eg kann royna at screena og kanska bjarga einum ellisheimið.
Ella hvat heldur tú var tað ein býtt avgerd av mær ??
At kasta mína vitan og Amplexa vitan í hetta og gera tað til large scale testing og bíligast av øllum í Europa??
Ella skuldi eg og onnur í Amplexa og Thetis bara lagt okkum á sofuna og trekt uppá tínar pengar? Var tað betur
Alt ímeðan tann almenna útmeldingin var "vit uppgeva, vit leggja okkum flatar og lata alt flóta"
Kanska skuldu man bara lati lortið flóta
Bestu heilssnir frá koronascreening í Nuuk
Jóhan Dahl
Tað skrivar Johan dahl á facebook-vanga sínum https://www.facebook.com/johan.dahl1?
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











