Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 5. partur
EvR
Á Torginum 14. juli 2020 - Samrøða: Dagmar og Tommy Jacobsen (uppt. 2015)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (142) - 13. juli 2020
EvR
Kelduvaðið - 2020-07-12 - Tala: Árni Joensen "Blóð Kristusar" - Orðið: "Frelst við trúgv eina"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Samrøða: Oluffa og Niels Andreasen (uppt. 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
EvR
Á Torginum 30. juni 2020 - Sálmar og sangir
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
EvR
Á Torginum 23. juni 2020 - Samrøða: Hans Joensen (uppt. 2012)
Lýsing
Lýsing

Hvør ella hvat stýrir Johan Dahl? - er Johan Dahl bert ein marionettdukka?

Innanlands, Lesarabrøv | 25/06-2020 10:30

Johan Dahl svaraði ikki seinast, men hann skal vera meira enn vælkomin at svara fyri seg. Hvør er motivatiónin hjá Johan Dahl? Ella er Johan Dahl bert ein marionettdukka? 

Kanska er tíðin bara komin hartil, at vit sum borgarar í hesum landi fara at kalla ein spaka fyri ein spaka og krevja av politikkarum, at teir svara soleiðis fyri seg, at vanlig fólk skilja tað. 

Tá ið svar uttan meining, manipulatiónir, hálvar og heilar lygnir gerast partur av politiskari argumentatión og tískil eisini av politiskum viðgerðum og avgerðum, so eiga vit at seta okkum spurningin: Hvør skrivar handritið og hvør er leikstjóri – hvør sveiggjar taktstavin í Føroyum? 

Føroysk fiskivinna – okkara høvuðsvinna – hevur síðani 2010 verið voks í einum maskinaríi, sum fá vita, hvør tað er sum stýrir. So hissini fær løgtingið okkurt at fyrihalda seg til, men hvat endamálið er, er trupult at fáa eyga á. 

Eitt gott dømi um henda problematikkin er tað, sum fyrigongur í løgtinginum nú um dagarnar, men læt okkum fara nakrar mánaðar aftur í tíðina. 

--------------------- 

Johan Dahl er næstformaður í Vinnunevndini, men umboðar meirilutan (samgonguna) 

Tann 17. desember 2019, t.v.s. langt eftir, at allir hoyringarpartar, herundir umboð fyri bólk 4 A og B, vóru farnir úr Vinnunevndini, leggur Johan Dahl fram eitt broytingaruppskot til sjófeingislógina. 

Ein av broytingunum er soljóðandi: 

- Í § 19, stk. 1, nr. 2 [bólkur 3] verður “2.029 fiskidagar” broytt til: “2.208 fiskidagar”

- Í § 19, stk. 1, nr. 3 [bólkur 4 A] verður “791 fiskidagar” broytt til: “861 fiskidagar”

- Í § 19, stk. 1, nr. 4 verður [bólkur 4 B] “1.437 fiskidagar” broytt til: “1.564 fiskidagar”

- Í § 19, stk. 1, nr. 5 verður [bólkur 4 T] “1.178 fiskidagar” broytt til: “1.584 fiskidagar” 

Hækkingin uppá uml. 9 % eru teir eru sokallaðir buffaradagarnir, sum við hesum verða umlagdir til vanligar fiskidagar. Men fyri bólk 4 T er ikki talan uppá eina hækking uppá 9 %, men uppá 34,5 %. Í einum høggi leggja Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen (minnilutin) sostatt upp til, at dagarnir hjá bólki 4 T ikki økjast við 106, men 406 fiskidøgum. 

Í viðmerkingunum sigur Johan Dahl m.a.: 

Harumframt verður dagatalið hjá bólki 4 T stillað, so tað samsvarar við fiskidagarnar, sum fiskifør í bólkinum hava brúkt í 2019. Tá eru fiskidagar, ið fiskifør í bólki 4 T hava fiskað fyri aðrar bólkar, íroknaðir (talan er um dagar úr bólki 2, sum bólkur 4 T hevur brúkt í 2019 og sum fella aftur til bólk 2, tá ið nytt fiskiár byrjar, ÓJ). 

Viðmerkingin er beinleiðis villleiðandi. Antin veit Johan Dahl ikki betur og tað er sjálvandi ein trupulleiki í sær sjálvum, ella veit Johan Dahl betur, men manipulerar – og so er tað sjálvandi ein uppaftur størri trupulleiki. Uttan mun til hvat, so verða tvinni viðurskifti tagd burtur. 

- Dagar verða als ikki fluttir úr bólki 2 til bólk 4 T! Dagatalið hjá bólki 2 er effinett tað sama í 2020 sum í 2019 – so í roynd og veru talan um 300 nýggjar fiskidagar óansæð 

- Hóast uppskotsstillararnir við hesum tveita 300 nýggjar fiskidagar inn í skipanina, so nevna teir ikki eitt orð um økta veiðitrýstið, sum bólkur 4 T hereftir leggur á toska- og hýsustovnarnar 

Við hesum vil man eisini hava løgtingið at lóggeva einum bólki frammihjárætt til toska- og hýsutilfeingi á landgrunninum fram um aðrar, t.d. bólkarnar 4 A+B og bólk 5. Hettar er púra óhoyrt í viðgerðum, har lívfrøðilig viðurskifti ikki er ein partur av tí, sum verður viðgjørt. 

Men Johan Dahl steðgar ikki her. Aftur tann 21. desember 2019, t.v.s. hesa ferð millum aðru og triðu viðgerð av lógini um sjófeingi, og tískil langt eftir, at allir hoyringarpartar vóru farnir av Tinghúsvegnum, løgdu Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen enn eina ferð fram eitt broytingaruppskot, hesa ferð saman við Erhardi Joensen. 

Í § 22 verður sum stk. 3 sett: 

“Landsstýrismaðurin skal í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli lata persónum ella feløgum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2, makrelkvotu, og persónum ella feløgum, sum í 2019 høvdu rætt til fiskiloyvi sambært kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, makrelkvotu.” 

Á vanligum máli merkir hetta, at eigarar av fiskiførum, sum høvdu eina góðkenning sum línu- og garnaskip, nú fingu eina makrelkvotu. Allir fingu – eingin munur bleiv gjørdur á eigarum av fiskiførum, sum vóru vinnuliga virknir, og eigarum av fiskiførum, sum vóru vinnuliga óvirknir. 

Tað vil siga, at Johan Dahl í tveimum umførum, eftir at allir hoyringspartar (og pressa) vóru farnir av Tinghúsvegnum, rættuliga er farin til arbeiðis. Trupulleikin er, at einki samsvar er millum orð og gerðir hjá Johan Dahl. 

Í Degi & Viku tann 13. januar 2020 staðfesti Fróði Eidesgaard, eigari og skipari á fiskifarinum m/b Fiskivarði, at hansara fiskifar við manning var dottið burtur ímillum í samband við politisku makrelútlutanina beint fyri jól. 

Í sama innslagi staðfesti Johan Dahl: 

- ”Tað, sum opinbart er hent, er, at bólkur 4 B er gliðin burturímillum ... eg trúgvi, at eingin hevur hugsað um tað, tí tað var ein rúgva av hoyringum (40) ... 

- Tað vóru umboð fyri allar bólkar inni ... tað, sum undrar meg, er, at eingin av teimum, sum vóru inni og sum umboðaðu handan bólkin, nevndu hann ... og tí hava okur í øllum tí stressinum, sum hevur verið, ikki hugsað um hann ...” 

Lat okkum bara kalla ein spaka fyri ein spaka: hetta er ein lodrøtt lygn, sum Johan Dahl vartar upp við aftur hesa ferð. 

Johan Dahl legði hetta uppskotið fram millum aðru og triðu viðgerð, meira enn ein mánað eftir, at seinasti hoyringarparturin, herundir umboðið fyri bólk 4 (húk) var farin av fundi í Vinnunevndini. T.v.s., at tá Johan Dahl forkláraði seg í Degi & Viku tann 13. januar 2020, so visti hann fullvæl, at hann dró Føroya fólk upp á tráð. 

Hetta konfronteraði undirritaði eisini Johan Dahl við í einum lesarabrævi beint eftir Dag & Viku- sendingina 13. januar, men hetta hevur Johan Dahl sjálvandi onga viðmerking havt til. Tá ið vandi er fyri, at myrkaspælið verður avdúkað, so velur Johan Dahl tøgnina ... 

Nú skuldi ein sjálvandi roknað við, at Johan Dahl beinan vegin, tá høvi aftur beyðst, fór at rætta uppá tað, sum hann sjálvur kallar ”gloymsku ella at verða gliðin burturímillum” – soleiðis at bólkur 4, herundir Fiskivarði, Fróði Eidesgaard og manning hansara, fekk tær sømdir, sum Johan Dahl harmaðist um, at hann ikki hevur fingið. 

Men tað ger Johan Dahl ikki. Tvørtur ímóti! Bólkur 4, herundir m.a. Fiskivarði, Fróði Eidesgaard og manning hansara, fær ongan makrel – og ikki nóg mikið við tí, so tekur Johan Dahl undir við, at farið verður á ránsveiðu eftir fiskidøgum í bólki 4 (bólkinum hjá Fróða Eidesgaard) fyri at lata bólki 3! 

Hetta prógvar bara, at aftanfyri fagurlætið hjá Johan Dahl í Degi & Viku krógvaði seg ein loddrøtt lygn og ein dagskrá, sum Johan Dahl ikki avdúkar: 

- Bólkur 4 A+B fekk ongan makrel at styrkja seg við í kappingini við aðrar um toskin og hýsuna

- Bólkur 4 A+B fekk ikki eins og bólkur 4 T 300 nýggjar fiskidagar frammihjá

- Við fyriliggjandi uppskoti, so tryggjar Johan Dahl hinvegin, at bólkur 4 B og harvið Fróði Eidesgaard verður skorin í sínum rásarúmi fyri at framtíðartryggja virksemið hjá sínum felag, tá ið endalig avhendan av fiskidøgum kann fara fram úr bólki 4 (húk) til bólk 3. 

Kanska fer Johan Dahl eina ferð enn at taka okkum á bóli. Kanska fer hann saman við Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen aftur at leggja eitt uppskot fram millum aðru og triðu viðgerð, men hesa ferð við tí endamáli at javnstilla eigarar av fiskiførum í bólki 4 A+B við aðrar, ikki minst tá tað kemur til makrel og frammihjáfiskidagar. 

Johan Dahl og skatting
Allur serkunnleiki í landinum er seinastu tíðina biðin um at gera viðmerkingar til eitt lógaruppskot, sum Johan Dahl var við at seta á skrá. Eingin endalig avhending av rættindum kundi fara fram, fyrr enn ein lóg um skatting av vinningi av endaligari avhendan av veiðirættindum var vorðin samtykt. Øll ganga sjálvandi út frá, at tá eitt lógaruppskot kemur í tingið, so hevur tað eitt ávíst endamál – at miða verður eftir nøkrum ávísum. Øll taka tískil fyri givið, at samsvar er millum tað, sum framgongur av endamálinum og tað sum fer at verða fevnt av samtyktu lógini. 

Men hvat er egentliga endamálið við skattalógaruppskotinum? Er veruliga endamálið at skatta vinning av sølu av veiði- og fiskirættindum ella er hetta bert eitt royktám fyri at kunna gjøgnumføra tær avhendingarnar, sum longu liggja í hinum lógaruppskotinum, sum løgtingið skal viðgerða í dag? 

Er endamálið so simpult sum tað, at skattauppskotið (og the rumble in the jungle, sum hevur staðist av tí) bara er eitt amboð, sum skal tryggja, m.a.: 

- at makrelkvotan, sum Johan Dahl læt eigarunum av garna- og línuskipum skal kunna umsetast til reiðan pening

- at dagarnir úr bólki 4 (húk) endaliga verða fluttir til bólk 3 og

- at fiskidagar í bólki 2 verða endaliga verða avhendaðir til bólk 4 T ...? 

Veit Johan Dahl egentliga, hvat tað er hann viðgerð? Uttan mun til, hvat Johan Dahl ger (um hann fer at taka okkum á bóli ella ikki), so stendur eftir spurningurin: Hvør er motivatiónin hjá Johan Dahl? Ella er Johan Dahl bert ein marionettdukka? 

Vónandi bleiv Korona-farsóttin og poting ikki en ómakaleys útvegan av valuta fyri atkvøðuna hjá Johan Dahl í hesum máli – potingina og atkvøðuna, sum tú og eg nú gjalda fyri? 

Johan Dahl svaraði ikki seinast, men hann skal vera meira enn vælkomin at svara fyri seg 

Óli Jacosben 
Argir 

Skjal 1. Talva við ásettum fiskidøgum (kelda: Vørn) Skjal 2. Forskjótingar av rættindum innan bólkarnar 3, 4 A+B, 4 T og 5





Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (142) - 13. juli 2020
Her koma sjey leiguíbúðir
Myndarøð: Stórt grót í innsigling­ini í Skopun
Atli Mikkelsen er nú stjóri í OKKARA
Kristin filmur sterkur í Føroyum: I Still Believe um Jeremy Camp í biografinum
VIDEO: Nú hendi tað sum ikki mátti henda í tunlinum
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
Myndarøð: “Ung í Arbeiði” sjónlig í býarmyndini
Samrøða: Ólavur Gregersen, Ocean Rainforest, um at ala tara í Funningsfirði
Annika í Dímun
Koronatýpa, G, tekur yvir heimin
MYNDARØÐ: Hátíðarhald við nýggja ÍF-húsið í gjár
Landsverk virðir ikki brunatrygd­ina , ikki tað minsta
Hetta er mín fyrsti túrur sum skipari
NØVN: Seinasti arbeiðsdagur hjá Gunvør G. Hansen
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 29 )
Á Torginum 14. juli 2020 - Samrøða: Dagmar og Tommy Jacobsen (uppt. 2015)
Nøvn: Nýggjur leiðari til Kvívíkar sløkkilið
Ein kjarnorkurikin kavbátur fór gjøgnum stórabelt í gjár
Hygg her - øll 49 MÁLINI Í 1. UMFARI
Nýtt háskúla­felag stovnað á Sandi
Forsetaborgin, Reyðu Húsini í Tinganesi, treingja harðliga til eina bøtandi hond
Hjálpar­felagsskapur: Keyp skógvaeskju á netinum
Rinda av órøttum umleið 13,5 milliónir um árið
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 5. partur
EvR
Á Torginum 14. juli 2020 - Samrøða: Dagmar og Tommy Jacobsen (uppt. 2015)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (142) - 13. juli 2020
EvR
Kelduvaðið - 2020-07-12 - Tala: Árni Joensen "Blóð Kristusar" - Orðið: "Frelst við trúgv eina"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Samrøða: Oluffa og Niels Andreasen (uppt. 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
EvR
Á Torginum 30. juni 2020 - Sálmar og sangir
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
EvR
Á Torginum 23. juni 2020 - Samrøða: Hans Joensen (uppt. 2012)
Nýggjastu tíðindi