Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

- Filmshúsið eigur at gera av, hvørjar filmsframleiðslur nýta afturberingarskipanina

Innanlands, Politikkur | 25/06-2020 14:00

Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, sum snýr seg um at framleiða Trom í Føroyum.

Í svarinum sigur Helgi Abrahamsen:

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 eru 200.000 kr. játtaðar til afturbering til filmsframleiðslu, og lagt er sostatt ikki upp fyri, at verkætlanir koma í árinum, sum hava tørv á fleiri ferðir hesa upphædd. Tað ber tí ikki landsstýrismanninum til at tryggja, at henda framleiðslan verður í Føroyum.

 

Men landsstýrismaðurin heldur, at sendirøðin TROM er nýggjasta dømi um, at játtanin til skipanirnar, sum Løgtingið hesi seinastu árini hevur sett í verk, fyri at skunda undir føroysku filmsvinnuni, ikki hevur fylgt við stóru menningini í vinnuni.

 

- Eg fari tí at virka fyri, at játtanin til afturbering til filmsframleiðslu verður hægri. Ikki bara í teirri vón, at TROM kortini kann verða framleidd í Føroyum, men eisini fyri at tað ikki skal vera landsstýrið, sum frá ferð til ferð skal gera av, um hesin ella hasin filmurin skal fáa stuðul, Sigur Helgi Abrahamsen.

 

Hann heldur, at avgerðin, um, hvørjar framleiðslur lúka treytirnar fyri at fáa afturbering, eigur at vera hjá Filmshúsinum, sum eisini staðiliga hevur mælt til, at játtanin til afturbering verður økt.

 

- Filmsvinnan skal takast í álvara, og hon má fáa karmar, sum gera hana kappingarføra við filmsvinnuna í grannalondunum, sigur landstýrismaðurin.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at júst sum skipasmíð verður stuðlað við parti av byggikostnaðinum fyri at tryggja kappingarførið, er neyðugt, at treytirnar fyri at framleiða film í Føroyum líkjast teimum, sum eru í londunum, sum vit kappast við.

 

- Í kappingini um filmsframleiðslur er afturberingarskipanin eitt tað týdningarmesta amboðið. Og ja - afturbering er ein stuðul, men tað er ein stuðul, sum gevur stórt samfelagsligt avlop.

Fyri hvørja krónu, sum verður afturborin, eru fýra krónur brúktar í Føroyum.

 

- Í døminum við TROM merkir tað, at verða 4 milliónir afturbornar, eru 16 milliónir brúktar til m.a. lønir til sjónleikarar og filmsfólk, gistingar, mat, leigu av hølum til upptøkur, bilaleigu o.a.

Samanumtikið hava vit í Føroyum lógargrundarlagið og tær grundleggjandi skipanirnar, sum eru neyðugar, fyri at filmsvinnan hevur karmar at mennast, men játtanin er ov tepur, sigur landsstýrismaðurin.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at tað, sum krevst fyri at eggja filmsframleiðarum til at velja Føroyar fram um onnur filmslond, er serliga, at játtanin til film og til afturbering til filmsframleiðslu verður munandi økt, sigur landstýrismaðurin í vinnumálum at enda.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi