Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Uni Rasmussen: Vit mugu hjálpa teimum heimleysu

Lesarabrøv | 25/06-2020 17:30

Vit mugu hjálpa teimum heimleysu

10. juni 2020 setti eg landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, skrivligan fyrispurning um støðuna hjá heimleysum í Føroyum. Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hvussu nógv heimleys liggja og hava ligið á teimum trimum sjúkrahúsunum seinastu trý árini?

2. Hvussu gomul eru tey heimleysu, ið liggja á sjúkrahúsunum kring landið?

3. Hvussu leingi liggja tey heimleysu í miðal á sjúkrahúsunum, áðrenn tey verða útskrivað?

Í svarinum kom m.a. fram, at 19 borgarar eru skrásettir sum innlagdir á sjúkrahúsunum longri enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva til. Í miðal liggja heimleys 76 dagar á sjúkrahúsinum, har tann, ið var longst, var innlagdur í heili 361 dagar.

Hetta er ikki nøktandi. Og so slett ikki í so framkomnum samfelagi sum Føroyum. Vit mugu og skulu hjálpa teimum, ið detta niðurímillum. Í hesum førinum tykist tað, sum tey heimleysu ikki bara mangla eitt heim, men tað er heldur eingin myndugleiki, ið tekur sær av teimum. Tey detta niðurímillum tvey aðalráð: heilsu- og almannamálaráðið.

Heilsumálaráðið varar av sjúkrahúsunum, meðan almannamálaráðið hevur ábyrgdina av teimum, tá tey eru liðug við við viðgerðina. Hvussu ber tað so til, at tey heimleysu ikki hava nakrastaðni at fara, tá viðgerðin er liðug?

Eg havi verið í sambandi við landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og hon sigur, at arbeitt verður við málinum. Tað gleðist og fegnist eg um. Vit mugu og skulu hjálpa teimum, ið koma illa fyri. Eitt hugskot kundi verið, at Bústaðir byggir íbúðir, ið eru eyðmerktar til heimleys. Ella bráðfeingishjálp.

Uni Rasmussen

Løgtingsmaður


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
Malawi: ein veik glæma úr Afrika
Sigla olju út um landið
Danmark setir fleiri lond á gula listan
Kapitalisman í lágum metum í fleiri londum
Svenska ‘stammukríggið’ heldur fram, 150 spreing­ingar í fjør
Miðil: Ein matstova í Eysturoynni helt ikki kunngerð­ina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi