Sundalagsstevna í Hósvík
Komandi vikuskiftið verður Sundalagsstevna hildin í Hósvík.
Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini í kvøld. Jákup Erlingsson Petersen, prestur, heldur setanarrøðuna.
Í annaðkvøld verður stevnudystur millum EB-Streym og B36 við Margáir.
FM-kappróðurin verður leygardagin, og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, vónar, at Sundalagsstevnan fer at savna fólk úr allari kommununi, og úr øllum Føroyum.
Borgarstjórin takkar fyrireikarunum, Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagnum Varðanum fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti.
Skráin fyri stevnuna sæst á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, sunda.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











