Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Danski politikkarin, Rasmus Paludan, dømdur 3 mánaðar fongsul

Uttanlands | 25/06-2020 21:00
Rasmus Paludan, formaður í danska flokkinum, Stram Kurs.

Danski politikkarin fyri flokkin, Stram Kurs, og sakførari, Rasmus Paludan, er dømdur 3 mánaðar fongsulsrevsing og sleppur ikki at føra revsimál sum sakførari næstu trý árini. Rasmus Paludan er dømdur fyri rasismu, ærumeiðan og fyri at hava koyrt hættisliga.

Rasmus Paludan hevur fingið treytaleysa fongsulsrevsing fyri ein av teimum trimum mánaðum, og hann tekur við beinavegin.

Seinastu dagarnir hevur danski politikkarin sitið á ákærubonkinum við íalt 14 ákærupunktum um rasismu, ærumeiðing á hættisliga koyring.

- Ákærdi er funnin sekur í øllum viðurskiftum, segði Line Bjørklund, rættarformaður.

- Rætturin hevur fingið prógvað, at framsagnir hjá ákærda vóru háðandi og niðrandi ímóti einum samfelagsbólki.

Rætturin hevur samstundis gjørt av, at Rasmus Paludan missir møguleikan at føra revsimál sum sakførari næstu trý árini. Hann forar honum tó ikki í  at føra borgaralig rættarmál.

Verjin metti, at Paludan skuldi fríkennast, tí framsagnirnar vóru sagdar sum liður í hansara politiska virki sum formaður í einum politiskum flokki.

Sambært Danmarks Radio ætlar Rasmus Paludan at kæra dómin.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
Vónirnar um at fáa fatur í dreingi­num, vóru ikki góðar
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Mette givið Fólka­tingi­num hagtøl um muslimsk brotsverk
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Harry prinsur og Meghan Markle fáa ikki ókeypis verju í Kanada
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Evropa aftur í ár 1 mió sýriskar muslimar úr Turkalandi?
California í streymloysi og ljósum loga av ‘grønum’ orkupolitikki
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 38)
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Bergur R Dam Jensen: Aftursvar til Anniku Olsen
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
3 russar og 1 ukraini ákærdir fyri at hava dripið 298 fólk í flogfari
Maduro biður venezuelskar kvinnur fáa 6 børn í part
Janus skal skráseta staðarnøvn í Nes kommunu
Ragnhild og Christian ganga nýggjar leiðir
Luxembourg ger alla kollektiva ferðslu ókeypis fyri brúkarar
VIDEO: Í dag er eitt ár síðan B A og H skipaðu samgongu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi