Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvar gongur markið Annika & Company?

Innanlands, Lesarabrøv | 26/06-2020 10:30

Nú stendur so væl til, at tey kunna oysa stuðul út í eyst og vest, at halda ólavsøku fyri. Men samstundis biðja tey um lániheimild til 6 mió. kr.  til stólar og krit, so Skúlin á Fløtum kann lata upp - eins og tey eisini hava samtykt at lána knappar 60 mió. kr., fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman fyri 2020.

Býráðsmeirilutin millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn syngur nú upp á seinasta vers í hesu býráðssetu, og tað royna tey við at luta pening út til “grannaløg og eigarafeløg”, til at halda ólavsøku fyri.

Tey siga, at korona gerð, at kommunan má stuðla fólki, ið halda ólavsøku í nærumhvørvinum, so tey ikki fara í býin?

Altso grannaløg og eigarafeløg kunnu søkja kommununa upp til kr. 10.000,- til at halda ólavsøku fyri? Ætlanin er at játta umleið 500 tús. kr. til hetta endamálið.

Tey siga, at mann kann søkja um stuðul til keyp av tjaldi, grillum, ljósperum, hátalarum, beinkir og undirhald. Ja, her síggja vit býráðsmeirilutan frá røttum vinkli - ongin respekt fyri skattaborgarans peningi.

Nú stendur so væl til, at tey kunna oysa stuðul út í eyst og vest, at halda ólavsøku fyri. Men samstundis biðja tey um lániheimild til 6 mió. kr.  til stólar og krit, so Skúlin á Fløtum kann lata upp - eins og tey eisini hava samtykt at lána knappar 60 mió. kr., fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman fyri 2020.

Hart vunnar skattakrónur verða nú brendar av í ovfara kæti nú kommunuvalið nærkast, fyri at tekkjast veljaranum - rættur Fólkafloks-, Tjóveldis- og Framsóknarstílur - ongin respekt fyri skattgjaldaranum.

Latið heldur ítróttarfeløgini, skótar, musikkskúlan t.d., fáa hendan peningin, sum tit so gjarna vilja sleppa at brenna av í ovfara kæti?

Munnu fólk ikki sjálvi finna útav at hugna sær í grannaløgum og eigarafeløgum, uttan at kommunan skal stýra og diktera tey til hugna  - við at luta pengar út?  - Hetta fyri at halda okkara tjóðarhátíð - hvar gongur markið?

Annars vil eg ynskja tykkum øllum eina góða summarferiu og góða ólavsøku.

 

10. november 2020 er kommunuval.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi