Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Annfinn misbrúkar ólavsøkuna politiskt

Innanlands, Lesarabrøv | 26/06-2020 21:00

Tað er sera harmiligt, at Annfinn Brekkstein misbrúkar tjóðarhátíð okkara í einum ljótum politiskum spæli. 
 
Eftir øllum at døma unnir Annfinn Brekkstein ikki okkara borgarum eina góða ólavsøku, men velir sum vant at virka í sjálvdrátti.
 
Her hevur alt samfelagið ligið lamið og her hava privatfólk, stovnar, ítróttarfeløg og handilsfólk, sum annars hava notið væl av ólavsøkuni, stúrt fyri úrkomuni og stúrt fyri, at ólavsøkan fór at verða fullkomiliga avlýst. Onnur óttast smittuvandan.
 
Tíbetur hava vit ein borgarstjóra, sum fyri langari tíð síðan blánoktaði at avlýsa ólavsøkuna. Ólavsøkan skuldi haldast so ella so. Og vit hava tikið undir við, at ólavsøkan skal haldast so vanliga sum gjørligt – tó sambært almennum tilmælum í sambandi við smittuvanda.
 
Tilmælini raka ítróttin serliga hart. Ítrótturin í Havn livir lutvíst av ymsum átøkum í sambandi við ólavsøkuna. Nógv av hesum eru avlýst. Tí vilja vit stuðla sum frægast. Og tað kemur væl við, skilst á øllum brøgdum.
 
Vit hava ikki heimild at nokta fólki at fara í býin. Hvørki til skrúðgongu ella kappróður. Men vit kunnu stuðla uppundir, at tilmælini verða fylgd, við í so stóran mun sum møguligt at leggja upp til, at færri luttaka í stóru tiltøkunum, enn vanligt. 
 
Tað kunnu vit millum annað gera við at stuðla til dømis eigarafeløgunum í so stóran mun sum gjørligt at hátíðarhalda ólavsøkuna í grannalagnum.
 
Tað skal ikki so nógv til. Ein lítlan stuðul fyri at skipa fyri tiltøkum í grannalagnum, kanska serliga fyri børnunum, so bæði hugur og tørvur verður minni á at leita tær stóru fólkamongdirnar upp.
 
Annfinn Brekkstein kallar hetta – at lata skattaborgarans pening aftur til skattaborgaran at umsita - vantandi virðing fyri skattaborgarans peningi. Vit oysa stuðul í eyst og vest í ovfærakæti og stýra og diktera hugnan í grannaløgunum, sigur hann.
 
Vísandi til almennu tilmælini, so gongur Annfinn við hesum beint ímóti sínum egna løgmanni. Hann misbrúkar ta savnandi tjóðarhátíðina politiskt í eini ljótari valpropaganda og unnir ikki havnaborgarum at halda eina góða – og ikki minst trygga – ólavsøku.
 
Alternativa ólavsøkan hesaferð verður stuðlað við eittans einum endamáli – at havnafólk og føroyingar annars skulu fáa eina so góða og so trygga ólavsøku sum gjørligt. Vit hava respekt fyri heilsuni hjá okkara borgarum.
 
Tað krevur bert vanligt gonguvit at skilja, at hetta onki hevur við partapolitikk at gera. Hetta er bara ein einføld roynd at fáa eina góða ólavsøku í so stóran mun sum gjørligt at verða hildna samsvarandi galdandi almennu tilmælunum um smittuvanda.
 
Eg fari at ynskja øllum eina góða og trygga ólavsøku.
 
Bogi Andreasen
býráðslimur fyri Fólkaflokkin

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi