Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Heilsan frá borgarstjóranum

Innanlands | 27/06-2020 12:30

Tað er ikki vanligt í Føroyum, at borgarstjórar hava ávegis frágreiðingar til borgararnar. Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, fer rættuliga langt, so borgararnir kenna hvørja detalju, sum kommunan fæst við. Tað eru helst nógvir borgarstjórar, sum kundu lært av Eyðdis.

Hetta er tann seinasta fráboðanini hon hevur til sínar borgararar í Vága kommunu.

Heilsan frá borgarstjóranum - framhald

Fyrst í apríl mánað sendi borgarstjórin eina heilsan út til borgararnar í kommununi. Nú er eitt sindur av tíð liðin síðani og tí senda vit eina nýggja dagførda kunning út um hvussu arbeiðið í kommununi líðir.

Av arbeiðum sum hava verið í gongd, kann nevnast at arbeiðið við at dýpa eina rennu niðanfyri vatnbrunnin í Vatnsoyrum, har áður hava verið trupulleikar av áarlopið, er liðugt.

Við Stóraklett í Sandavági hava trupulleikar verið av vatni, men har eru nú veitir grivnar, sum veitir vatnið í áir og burtur frá húsunum. Og á Býráðsskrivstovuni er stórur partur av vindeygunum skift, húsið er málað og flag verður lagt á í næstum.

Harumframt, eru Ivanshús liðug umvæld uttan og arbeiðið við at leiða kloakkina frá Tormansbakka út á Kumlasteinarnar er liðugt.

Nýgerðingin av Miðbrekku í Miðvági er um at vera liðugt og verður nú gjørd klár at asfaltera. Arbeiðið at gera 8 grundstykkir byggibúgvin heimanfyri Skaldaveg í Miðvági og arbeiðið at stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju eru ígongd.

Spillvatnsætlanin í Sandavági er prosjekterað og verður boðið út í næstum, arbeitt verður við at leggja kloakkirnar í Tváttá og haðani út á sjógv.

Í umsitingini verður millum annað arbeitt við, at fremja samtyktu vetrarfriðingina í Vatnsoyrum; í løtuni er samskifti við viðkomandi eigarar um, hvar hegnið skal setast. Harafturat verður arbeiðið við at gera Miðstaðarøki í Vatnsoyrum boðið út í næstum.

Arbeitt verður við einari nýggjari heimasíðu, ið skal gera tað skjótari og lættari at finna kunning um viðurskifti hjá kommununi. Arbeiðið at føra alt tilfari frá gomlu heimasíðuni til tí nýggju verður gjørt í summar.

Drúgt hevur verið at bíða eftir asfalt bilinum, men nú kemur hann. Tey asfalt arbeiðir ið verða gjørd nú eru á Stórakletti, útstykkingin við Olivarsveg, heimasti partur av Svabosvegi og Inni á Støð. Heimari partur av Kálvalíðsvegnum verður gjørdur liðugur og asfalteraður. Traðarvegurin í Sandavági er breiðkaður og verður tann síðsti geirin asfalteraður.

Størri umvælingar skulu gerast á norðara part av Nýggjavegi, prosjekteringin av arbeiðinum er sett í gongd, og arbeiðið verður útboðið í august og miða verður eftir at arbeiðið tekur tríggjar mánaðir.

Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági uttan, hevur verið boðið út og avgjørt er at taka av lægsta tilboðnum. Arbeiðið at veita kloakkirnar, sum renna í Stórá og út á sjógv, verður boðið út og fari verður í gongd við hesi arbeiði í næstum.

Arbeiðið at gera serstaka byggisamtykt fyri neystaøkið á Sondum og arbeiðið at uppseta gøtuljós í viðarlundina í Miðvági helda fram.

Avgjørt er at styrkja um brimverjuna fram við Sandinum í Miðvági. Orsøkin til hetta er, at gøtan ið gongur fram við Sandinum er so lág, at tá høg flóð og nógvur vindur er, serliga um veturin, liggur gøtan undir. Tí er vandi fyri, at um tað ikki verður gjørt nakað fyri at byrgja fyri, so er gøtan burtur aftur næsta vetur. Undir gøtuni liggur pumpuleiðingin, ið førir alt spillvatn frá norðarar parti av Miðvági út í pumpubrunnin, úti á Kumlum. Um gøtan skolar burtur liggur pumpuleiðingin sjónlig, og er stórur vandi fyri at hon fær skaða.

Samtykt er at seta projekteringin av 2. byggistigi í gongd av Skúlanum á Giljanesi. Bíða verður við 3. byggistigi, men kann lætt setast í verk, tí allar innleggingar vera gjørdar til eitt 3. byggistig eisini.

Býráðið hevur samtykt at keypa eitt stórt lendi til framtíðar útstykking í Sandavági. Talan er um stóran part av økinum norðanfyri drívhúsið, á matr. 133k.

Húsini í Haraldsstovu í Sandavági hava fingið eina minni játtan til ábøtur, og miðja verður ímóti at lata dyrnar upp, eftir summarferiuna.

Aftur í ár verður skipað fyri Ung í Arbeiði í Vága kommunu. Tilboðið er galdandi fyri allar 9. flokks næmingar í kommununi og sleppa tey at arbeiða í tvær vikur.

Ungdómarnir kunnu velja at arbeiða innan tað grøna økið, sum er at fríðka um og at gera lendisarbeiði. Ella at arbeiða við verkætlanum á trivnaðarøkinum, so sum at skipa ymisk útiøkir runt um í kommununi. Ung í arbeiði verður frá mánadegnum 29. juni til fríggjadagin 10. juli.

Umhvørvisvika verður frá 11. til 17. juli. Lagt verður upp til felags ruddingardagar, umframt at rudda hvør í sínum lag úti í býlingunum. Onkrar smáar verkstovur og fyrilestrar verða somuleiðis á skránni.

Seinastu mánaðirnir hava gjørt tað avbjóðandi fyri fyrireikarar av tiltøkum og stevnum, og

Vestanstevnan, sum í ár verður í Miðvági, er onki undantak. Tó hevur vestanstevnunevndin brett upp ermar, og fara at skipa fyri at ein Vestanstevna verður - men á ein øðrvísi hátt.

Kommunan fer at stuðla og bakkar upp um vestanstevnunevndina.

Sjálvt um vit enn eru merkt av støðuni við Covid-19, eru vit í gongd, alt sum tað ber til. Býráðið er farið í summarferiu, næstu nevndar- og býráðsfundir byrja aftur í august.

Vinaliga heilsan

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi