Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

FISKIRÆTTINDI – BLINDIR VINKLAR Í LØGTINGINUM

Innanlands, Lesarabrøv | 28/06-2020 22:02

Er løgtingið suverent longur ella er tað bert blivið eitt amboð hjá Fiskimálaráðnum til frama fyri tey áhugamál, ið hava vunnið frama í hesi avlagan. Hesi spurningur stendur eftir ósvaraður 

Viðmerking til viðgerðina í løgtinginum av broytingum í lógini um sjófeingi

Tá ið hoyringarsvarið hjá MÚ, men eisini undirritaði við navni, er tikin fram undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 141 um broytingar í sjófeingislógini, so haldi eg, at tað er uppá sítt pláss at koma við eini viðmerking.

Kappingaravlagan

Hoyringarsvarið fyriheldur seg ikki til, at fiskidagar verða fluttir frá ávísum felag í bólki 4 húk til ávíst felag í bólki 3, ella at ávíst felag í bólki 4 T (uttan eginrættindi), umvegis lógarbroytingar mest sannlýkt fær atgongd til nýggjar fiskidagar, partvís við støði í nýútskrivaðum fiskidøgum til bólkin og partvís við døgum frá ávísum felag í bólki 2 (trolarar).

Hinvegin, so vísir hoyringarsvarið á, a) at fiskidagar verða fluttir frá bólki 4 (húk) til bólk 3, b) at nýggir fiskidagar í lóg eru latnir bólki 4 T (uml. 25 % fleiri) og 3) at fiskidagar (nú) mest sannlíkt eisini fara at vera fluttir frá bólki 2 (upsadagar) til bólk 4T (toska- og hýsudagar).

Við hesum verður víst á, at ein forskjóting av atgongd til tosk og hýsu á landgrunninum verður framd millum bólkarnar. Hoyringarsvarið vísir eisini á, at hendan forskjótingin er nakað, sum bert legst aftrat teirri kappingaravlagan, sum longu er framd frammanundan.  

Øll feløg í øllum bólkum innan fiskidagaskipanina hava nú, umframt fleiri fiskidagar, eisini fingið onnur rættindi tillutað – øll feløg, uttan feløgini í bólki 4 (húk) og bólkur 5! Hetta er ein beinleiðis avlagan av kappingini um tosk og hýsu á føroyska landgrunninum.

Sum teir einastu gjalda bólkur 4 (húk) og 5 sjálvir fyri egna drift. Hetta er ikki longur galdandi fyri feløg í bólki 2, 3 og bólki 4 T. Hesi verða umvegis makrelfígging beinleiðis stuðlað í kappingini um toskin og hýsuna á føroyska landgrunninum.

Misskilta uppfatanin av fiskirættindum

Fiskirættindi á pappírinum og reell fiskirættindi kunnu vera grundleggjandi hvør sítt. 

Í tann mun tað ikki loysir seg at brúka ein fiskidag, tí hann ikki gevur pening til felag og manning, so er tað reelt uttan týdning, um eitt felag eigur 42 ella 342 fiskidagar og um bólkurin hevur 2.000 ella 5.000 fiskidagar. Tað eru og verða fiskidagar á pappírinum.

Húkaflotin gekk eina oyðimarkargongd millum 2006 og 2017, og nógvir góvu skarvin yvir. Teir, sum góvu skarvin yvir, gjørdu tað ikki tí, at dagarnir neyðturviliga vóru ov fáir, men av tí, at ov lítið lá eftir til skip og manning. 

Tá ein miðal fiskidagur ikki gevur nóg mikið til halda felagið virkið og at forrenta íløgur, so er tað í grundini óviðkomandi, hvat tal av fiskidøgum liggur hjá einstaka felagnum ella er til taks í einstaka bólkinum. 

Retorikkurin í løgtinginum um brúktar og um ó-bruktar fiskidagar í ymisku bólkunum og um hvør, ið hevur NÓG mikið, og hvør, ið hevur OV mikið, var tí eisini avsporaður.

Sami toskur kann ikki fiskast fleiri ferðir. Hann kann ikki bæði fiskast av bólki 2, 3, 4 A+B, 4 T og bólki 5. Tá ið fleiri fiskidagar fara til ávísar bólkar í fiskiskapi eftir toski og hýsu á landgrunninum, so er bara tað minni eftir hjá húkafeløgunum í bólki 4 og 5.

Við hesum eru sannlíkindini tí eisini fyri, at tað gerst enn truplari fyri feløg, skip og manning hjá hesum bólkum lønsamt at gagnnýta tøkar fiskidagar í toska- og hýsufiskiskapi á landgrunninum.


Henda faktuella trupulleika viðgjørdi løgtingið ikki. Varð hetta tilvitað, so er tað ein sjálvandi ein trupulleiki. Varð hetta ó-tilvitað, so er hetta ein enn størri trupulleiki, tí so arbeiðir løgingið veruliga í blindum.


At myndugleikin harumframt er farið undir at veita ávísum feløgum beinleiðis stuðul – makrelfígging – til toska- og hýsuveiðu á landgrunninum ger eina vónleys kappingarstøða hjá feløgum, sum ikki verða stuðlað, bara enn meira vónleys.

Hvussu eru løgtingsfólk upplýst? 

Ein kundi spurt: Hvussu høvdu løgtingsfólk fyrihildið seg til, at nótabátar ella barentshavstrolararnir lógu svínabundnir við kai, meðan teir áttu túsundtals tons at fiska, men lógu, tí tað ikki loysti seg at fiska? 

Hava løgtingsfólk sett sær tann spurningin: Hví eru so fáir dagar brúktir í ár? Kundi tað hugsast, at ein partur av forkláringini nettup er, at tað ikki hevur loyst seg serliga væl fyri feløg og manning, við teimum prísum á fiski, sum nú eru? (koronaprísum)

Heldur enn tosa upp í saman um NÓG mikið av fiskidøgum og um Ó-BRUKTAR fiskidagar, hví seta løgtingsfólk sær ikki spurningin: Hví liggja fiskirættindi í ymiskum bólkum heila tikið óbrúkt? Er hesin blindi vinkulin í løgtinginum verunliga ó-tilvitaður?
 

Fiskimálaráðið

Fiskimálaráðið hevur aftur og aftur víst, at tað kann fyrisita skilaleyst og helst eisini í fleiri førum beinleiðis í stríð við galdandi lóggávu. Virkin feløg í bólki 4 A+B hava aftur og aftur havt trupult við at útvega dagar, hóast dagar hava verið til taks í bólkinum. 


Var ikki galdandi, at ónýtt fiskirættindi hjá einum óvirknum felag tekniskt vórðu latin landinum aftur, og at hesi fullu aftur til tann bólkin, har tey upprunaliga hoyrdu heima? 


Nær hevur løgtingið samtykt, at ó-virkin feløg í áravís kundu liggja og bøla omaná fiskidøgum, alt meðan fiskidagarnir hjá virknu feløgunum tódnaðu, tí hesir vórðu skornir? 


Hoyringarsvarið vísti meira enn nakað annað á, at talan er um eina avlagaða skipan, hildin uppi av Fiskimálaráðnum – ein skipan, sum við hesum lógaruppskotið nú umvegis løgtingið er vorðin enn meira avlagað. 



Nøkur ár við vánaligum fiskiskapi og/ella vánaligum prísum fer – undir verandi studnings skipan – at avvikla eftirverandi virknu feløgini í bólki 4 (húk), hetta uttan mun til, um tey einstøku feløgini hava 42 ella 342 fiskidagar ella bólkurin eigur 2000 ella 5000 fiskidagar. 

Hetta hevur løgtingið akkurát samtykt.

Er løgtingið suverent longur ella er tað bert blivið eitt amboð hjá Fiskimálaráðnum til frama fyri tey áhugamál, ið hava vunnið frama í hesi avlagan. Hesi spurningur stendur eftir ósvaraður 

Óli Jacobsen

Argir

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi