Samgongan situr við 14,3% fleiri atkvøðum enn undanfarnu samgonguflokkar høvdu
Eitt sum er afturvendandi hjá andstøðuni, er at sáa iva um parlamentariska grundarlagið, ið sitandi samgonga hevur. Sagt verður at tað kann ikki verða rætt, at 50,2% av stemmunum avgera alt. Eins og undan jólum hoyrdu vit hetta aftur í gjár í Tinginum. Tað skrivar Brandur Sandoy.
Hann skrivar:
Tingið er nú farið í summarferiu, og endaði setan við einum braki.
Eitt sum er afturvendandi hjá andstøðuni, er at sáa iva um parlamentariska grundarlagið, ið sitandi samgonga hevur. Sagt verður at tað kann ikki verða rætt, at 50,2% av stemmunum avgera alt. Eins og undan jólum hoyrdu vit hetta aftur í gjár í Tinginum.
Við at hyggja eftir valtølunum kemur tó fram ein onnur mynd, enn serliga Tjóðveldi vil mana fram.
Samgonguflokkarnir A, B og H fingu 16996 atkvøður, meðan samgonguflokkarnir frá síðsta valskeiði fingu 14573 atkvøður. Ein munur uppá 2423 atkvøður.
Núverandi samgonguflokkar sita tí við valdinum, við 14,3% fleiri atkvøðum enn undanfarnu samgonguflokkar.
Samgonguflokkarnir A, B og H gingu fram á valinum við 7,1%, meðan undanfarnu samgonguflokkar gingu aftur við 7,8%.
Afturat sær hevur samgongan í flestum málum Sjálvstýri, so tá ivi verður sáddur um parlamentariska grundarlagið undir samgonguni, so kann sigast at tað í øllum førum er munandi betri enn undir undanfarnu stjórn.
Ein spennandi tingseta byrjar á Ólavssøku, har vit m.a fara at leggja úr hondum ein framskygdan bústaðarpolitikk, leggja veiðugjøld hjá fiskivinnuni í eina fasta legu, og vónandi eisini fara at samtykkja at bora tunlar til Fámjuns og norð um Fjall.
Spennandi verður
Tað skeivar Brandur Sandoy á sínum facebook-vanga.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











