Semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna
hava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum
sáttmálakrøv á fundi hin 10.10.2019. Síðan tá hava partarnir verið á 5 fundum, til partarnir í
morgun skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála.
Ásannandi, at búskaparligu framtíðarútlitini enn eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, valdu
partarnir at gera ein eitt ára sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober
2019 til 1. oktober 2020.
Nýggi sáttmálin byggir á eina lønarhækkan í krónum. Handverkarar, ið eru á stigunum 1-27
fáa kr. 795,00 omaná mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28-40 fáa kr.
595,00 omaná mánaðarlønina.
Tórshavn, 29.06.2020
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











