Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Brasilska stjórnin ger onki fyri at avmarka korona-farsóttini

Heilsa, Uttanlands | 29/06-2020 13:00

Brasilska stjórnin við Jair Bolzonaro á odda hevur gjørt so lítið fyri at avmarkað korona-farsóttini, sum herjar í landinum, at fólk í fátækrabýlingunum sjálvi hava sett tiltøk í verk. Tað kann hava bjargað túsundtals fólkum frá hungri, sjúku og deyða.

Tað skrivar NRK.

- Myndugleikarnir gera avgjørt onki fyri at bjarga lív í fátækraøkjunum, tí hava vit sæð okkum noydd at taka lagnuna í egnar hendur, sigur leiðarin í størstu favelaini í Rio-de-Janeiro, Wallace Perreira, við NRK.

Favela er heitið á brasilsku fátækrabýlingunum.

Favelain, Rochinha, hevur meira enn 100.000 íbúgvar. Tey búgva ógvuliga tætt, og trongt er í hvørjari smáttu. Ofta búgva trý ættarlið á nøkrum fáum ferðmetrum. Reinførið er avmarkað við opnari kloakk og tørvurin á vatni er stórur.

- Vit býta út mat, heilivág og heilsu- og reinførislutir. Vit kunna eisini íbúgvarnar um, hvussu tey skulu verja seg. Haraftrat sóttreinsa vit gøturnar við jøvnum millumbili. Og vit taka okkum serliga av teimum, sum eru í vandabólkinum, sigur leigarin í fátækrabýlinginum, Rocinha.

Og hann er sannførdur um, at tiltøkini, sum íbúgvarnir í fátækrabýlingunum í Brasil sjálvir hava sett í verk, hava bjargað túsundtals fólkum. Og tað sæst eisini aftur í hagtølunum.

Meðan talið á deyðum í fátækrabýlingunum er 21,7 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, er talið á deyðum í býunum sum heild heilt uppi á 56,2, sambært kanning, sum Polis-stovnurin hevur gjørt, skrivar altso NRK úr Rio de Janeiro.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
Malawi: ein veik glæma úr Afrika
Sigla olju út um landið
Danmark setir fleiri lond á gula listan
Kapitalisman í lágum metum í fleiri londum
Svenska ‘stammukríggið’ heldur fram, 150 spreing­ingar í fjør
Miðil: Ein matstova í Eysturoynni helt ikki kunngerð­ina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi