Torbjørn Jacobsen vil hava partarnar at finna fíggingina til TROM
Eysturkommuna hevur valt at stuðla filmsrøðini TROM við 1 millión krónum. Og nú gevur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, sítt ókast til kjakið um filmsframleiðsluna TROM.
Hann rósar Eysturkommunu fyri at stuðla verkætlanini. Men sigur at, “í staðin fyri at kommunurnar nú fara at koma so pø á pø við upphæddum, átti Kommunufelagið, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið skjótast gjørligt at sett seg saman fyri at finna fíggingina í hesum serstaka førinum, har kappingarneytarnir uttanlands hava tey betru boðini og tí standa til at syfta hendan fongin um stokkin”, sum hann málber seg.
Torbjørn Jacobsen sigur, at kullissurnar til hesa filmsupptøkuna eiga at vera í Føroyum.
- Tað ivast ongin um. Hinvegin eigur ein politisk skipan ongantíð at virka undir trýsti, men í hesum førinum tykist tað sum, at mentanin og vinnan hevur yvirhálað politisku skipanina og hennara regluverk. Tí er hetta serstøða, sigur Torbjørn Jacobsen.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











