Helvtin av norsku boripallunum riknir við landstreymi um 5 ár
Um fimm ár fer umleið helvtin av framleiðsluni á øllum olju- og gasspallum á norska landgrunninum at verða rikin við landstreymi. Tað fer at minka um samlaða norska CO2 útlátið við 10%. Tað skrivar oljan.fo.
Í dag verða 8 pallar á norska landgrunninum riknir við elorku úr landi, og arbeitt verður við at útgera aðrar 8 pallar við landstreymi í framtíðini. Hetta fer at minka um CO2 útlátið við 3,2 mió. tonsum um árið skrivar norska oljudirektoratið í síni seinastu frágreiðing.
Aftrat hesum 16 pallunum, verður arbeitt við at finna fígging til 6 verkætlanir aftrat. Um hetta eydnast merkir tað, at minkingin av CO2 útláti fer at vera 4,9 mió. tons um árið. Tað merkir so aftur, at 50% av olju- og gassframleiðsluni á norska landgrunninum verður rikin við elorku úr landi miðskeiðis í 2020-unum.
Við hesi gongdini at brúka streym úr landi at reka pallarnar á landgrunninum við, fer samlaða norska útlátið av vakstrarhúsgassum at minka við 10%. Oljufeløg arbeiða eisini við øðrum alternativum verkætlanum at minka um CO2 útlátið í norsku olju- og gassvinnuni.
Bretlandi fylgir í hølunum á Norra, og arbeitt verður við at gera oljupallarnar út við streymi úr landi. Í Bretlandi verður í løtuni arbeitt við eini ætlan at reka oljupallarnar á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri Føroyar við elorku úr landi. Tað er í hesum økinum, at mesta oljan og gassið í Bretlandi í framtíðini fer at verða framleitt.
Tað skriva Norska Oljudirektoratið og oljan.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











