Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bjørg Dam: Tórshavnar býráð: lorkað milliónavirðir burtur

Innanlands, Lesarabrøv | 30/06-2020 15:30

Nú fór Runavíkar kommuna avstað við restina av grótinum úr Sandoyartunnilinum Suðurstreymoyarmegin, og nógv okkara í Tórshavnar kommunu standa spyrjandi við høkuni í fanginum!

Nú fór Runavíkar kommuna avstað við restina av grótinum úr Sandoyartunnilinum Suðurstreymoyarmegin, og nógv okkara í Tórshavnar kommunu standa spyrjandi við høkuni í fanginum!

Runavíkar kommuna breggjar sær av røttum í tíðindastubba 26.juni við, at teir í samstarvi við Tunnilsfelagið ynsktu at brúka milliónagrótið til okkurt skilagott, ístaðin fyri at tyrva tað! – Nú er semja funnin, um at brúka grótið til at víðka um havnarlagið.

Sostatt tryggjar Runavíkar kommuna sær inntøkur í ævir bæði í beinleiðis inntøkum og í avleiddum virksemi, umframt at styrkja kappingarføri við at kommunan nú kann bjóða størri og fleiri tænastur.

-Hvussu ólukkan kundi meirilutin á Vaglinum lorka hendan stóra inntøkumøguleikan burtur?

 Tórshavnar kommuna fekk bjóðað grótið fyrst, og tað trótaði ikki við hugskotum og møguleikum at gagnnýta hesar 500.000m2 av dýrabarum tilfeingi.

Tað vóru realitetssamráðingar við Tunnilsfelagið um, at grótið skuldi brúkast til eitt 35.000 m2 stórt vinnuøkið, sum skuldi liggja í framhaldi av Gomlurætt norðeftir.

Ein sera skilagóð, skynsamt fíggjarliga og umhvørvisbetri loysn bæði tá hugsað verður um, hvussu stórur tørvurin á vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu, um framtíðar inntøkur og vinnuligar vakstrarmøguleikar innan maritima økið. Eisini hevði grótið tá verið flutt stytstu leið, sum hevði spart umhvørvinum munandi um útlát, slit og oljunýtslu og spart føroya fólkið meirútreiðslurnar av at flyta grótið.

Býráðið hevur longu brúkt nakrar milliónir uppá at fyrireika at byggja bátahyl í Álakeri, sum skal hava ein brimgarð. Sjálvandi skuldi kommunan gagnnýtt grótið til tað eisini. Á Toftum varð brimgarðurin longdur við grótið úr tunnilsgrótið av Strondum. Hví duga tey ikki at fáa betur burturúr krónunum og muga, tá og um tey einaferð koma til at gera bátahylin, sum Bogi hevur reypað so ofta um, út at keypa sær grót.

Eg sat sum andstøðulimur í Tórshavnar býráð, tá samráðingarnar fóru fram og luttók í viðgerðini. Útlitini fyri einum maritimum vinnustykkið út á streymasjótv sóu sera góð út, tí bæði borgarar á Velbastað, umsiting og býráðspolitikarar tóku undir við ætlanini.
- Tó so var ein lítil ósemja um 1,5-2 milliónir sum skilti partarnar.  Hettar er ein sera lítil upphædd í einari risa milliónaverkætlan, men onkursvegna var hettar var nóg mikið til, at meirilutin við Anniku Olsen og Boga Andreasen hálsaði um á stokkinum, og uttan forkláring bleiv tað tann ringast hugsaða ímyndin til veruleiki. Tí í staðin hava skitnir tungtlessaðir lastbilar osa dag og nátt niðan á Velbastað fyri at tyrva 1/3 av grótinum í hagan, til stóran ampa fyri ferðsluna har. Júst hví tann loysnin varð gjørd, havi eg áður sett spurnaðartekin við og skrivað um her: http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/tunnilsgroti-skilaleys-avger-sum.html

Nógv høvdu eina lítla vón um, at samgongan á Vaglinum fór at rakna upp, koma til fornuft og finna eina semju um restina av grótinum. Men so varð ikki. Í seinastu viku komu so tíðindini um, at Runavíkar kommuna fer avstað við 300.000m2 av grótinum og nú vendist ikki aftur.

Hettar eigur at koma í søguna, sum ein av størstu politisku fadesunum nakrantíð við tí størsta missinum fyri borgaran og vinnuna í Tórshavnar kommunu. Eina vinnu sum fá um nakað nýtt vinnuøkið hevur fingið seinastu árini.

Samskip valdi at flyta sítt virksemi og eg veit um fleiri vinnufyritøkur, ið noyðast at fara til aðrar kommunur, tí her fæst einki vinnuøkið og vánalig útlit fyri vakstrarmøguleikum.

 Tað er ein stórur trupulleiki, at býráðið ikki finnur semjur, ger langtíðarloysnir ella tekur skilagóðar avgerðir, tí tað ger, at vit byrja at seta spurnaðartekin við hvørji motiv liggja aftanfyri slíkar avgerðir, ið hvørki kunnu forklárast fíggjarliga ella umhvørvisliga.

At enda vil eg ynskja Runavíkar kommunu, sum gjørdi tað einasta rætta, góða eydnu og til lukku við semjuni og grótinum. Men eg harmist og fleiri við mær illa yvir at okkara skjótt farandi býráð varð ov stuttskygt og eiðasørt til at brúka henda møguleika, ið bert kemur einaferð, og sum nú er burtur.


Bjørg Dam

 

Leinkjur til greinar og sendingar um tunnilsgrótið:

http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-endar-i-haganum.html 
http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/tunnilsgroti-skilaleys-avger-sum.html 
https://kvf.fo/greinar/2018/03/22/radarin-tunnilsgrot-og-pensjonsnyskipan 
http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo 
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-als-ikki-at-lata-grotid-fara-fyri-skeyti/ 
https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/12/20/20181220grotidaglyvursnestilflogvoll 
https://kvf.fo/greinar/2019/05/22/einki-vinnuoki-gomlu-raett-kortini 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi