Koronasmittan breiðir seg við fullari ferð
Eitt hálvt ár eftir at koronasmittan varð staðfest, breiðir smittan seg við fullari ferð. Farsóttin er verri enn so steðgað, ávarar WHO.
Í Amerika, Suðir-Asia og í Afrika veksur talið av smittaðum nógv og skjótt.
Leiðari í WHO heitir sambært NRK á fólk um at fylgja ráðunum, sum vit vita rigga: At vaska hendur og halda frástøðu.
“Vit vilja øll hava hetta at vera yvirstaðið, og vit vilja øll sleppa at liva okkara lív. Men trupulleikin er, at hetta er ikki í nær námind at vera yvirstaðið, sigur leiðarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.
Meira enn 10 milliónir fólk eru smittað, síðan korona byrjað at gera um seg í Kina seinast í 2019. Meira enn helvtin eru smittað í Evropa og í USA. Og talið veksur nógv á amerikanska meginlandinum.
Deyðstalið veksru skjótat í Brasil. Har vórðu 1271 nýggj deyðsføll mánadagin. Í alt eru nú sløk 60.000 fólk deyð av koronavirusinum sambærty Worldometers. Men roknað verður við stórum myrkatølum í Brasil.
Flest smittað eru í USA, har verða í løtuni 40.000 fólk staðfest við smittuni um dagin. Havast skal esini í huga, at USA er tað landið í heiminum, sum ger lutfalsliga flest koronaroyndir um dagin. Samstundis sum talið á smittaðu veksur í USA, lækkar talið á deyðum.
Í Mexico veksur talið eisini skjótt, men vinstrapopulistiski forsetin, Andrés Manuel López Obrador, noktar at bera masku, og tað ávirkar fólkið. Meira enn 220.000 fólk eru smittað í Mexico, og sløk 28.000 eru deyð.
Almenna talið í India er 586.000 smitta, og 17.000 fólk eru deyð. Men her verður hildið, at talið er nógvar ferðir hægri.
Og á afrikanska meginlandinum veksur talið eisini skjótt. Har eru 151.000 staðfest við smittuni, og umleið 6.000 fólk verða í løtuni staðfest við smittuni um dagin, skrivar NRK.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Dúvugarðar

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Sjey nýggir býráðslimir

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Tímar í persiskum

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











