Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jørgen Niclasen hevur svarað Bjarna Hammer um Suðuroyartunlinum

Innanlands, Politikkur | 03/07-2020 11:50

Seismikkur 2,0 mió. kr., Royndarboringar 1,5 mió. kr., Jarðfrøðilig frágreiðing 0,5 mió. kr., Kostnyttu- og búskaparlig kanning 1,0 mió. kr. ,Samlað 5,0 mió. kr. Les alt svarið hjá Jørgen niðanfyri

Tórshavn, tann: 1. juli 2020

J. nr.: 20/00309-2

Svar uppá fyrispurning nr. 118/2019 eftir tingskipanini §52a


Fyrispurningur frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, viðvíkjandi fyrireikingum og forkanningum í sambandi við undirsjóvartunnilin til Suðuroynna.


Fyrispurningurin er soljóðandi: 

 

1. Hevur landsstýrismaðurin sett forkanningarnar av Suðuroyartunlinum í gongd?


2. Um ja, hvussu verða fyrireikingarnar skipaðar og hvør er tíðarætlanin?


3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at tær 5 mió. kr., sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, skulu brúkast?

 

Svar til spurning 1

Arbeiðið við at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin er sett í gongd. Tað mesta av arbeiðinum verður gjørt í summar, har millum annað seismiskar kanningar vera gjørdar. Eftir summarferiuna vera eisini gjørd borihol, har jarðfrøðin verður kannað.


Nakrar kanningar í sambandi við tunnilin eru gjørdar í 2018 og 2019. Aðrar verða gjørdar í ár og 2021. Ymiskir møguleikar eru kannaðir viðvíkjandi linjuføring. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina.


Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar á landi. Harafturat eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin millum Sandoy og Skúvoy, umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy. Hildið verður fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin.


Svar til spurning 2

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 eru játtaðar 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar av tunlinum. Landsverk stendur fyri kanningunum og hevur ábyrgd av játtanini og tí vegatekniska partinum. Jarðfeingið bæði ráðgevur við tí jarðfrøðiliga partinum og stendur fyri at gera nakrar av sjálvum kanningunum, sum verða gjørdar.

Ætlanin er at gera tær seismisku kanningarnar millum 13 og 15 juli við Magnus Heinason. Í løtuni er arbeiðið at gera jarðfrøðilig borihol í útboði, og eftir ætlan verða hesi arbeiðini gjørd eftir summarferiuna.


Arbeitt verður eisini við at kanna tann fíggjarliga partin av verkætlanini við kostnyttu-greiningum v.m. Í sambandi við tunnilin verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting).


Ein ætlan er eisini gjørd fyri, hvussu kanningarnar eiga at halda fram komandi árini. Um alt gongur væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og um ikki óvæntað viðurskifti taka seg upp, verður miðað eftir, at arbeiðið verður mestsum liðugt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022. 


Svar til spurning 3

Játtanin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 á 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar av tunlinum verður brúkt til at halda fram við jarðfrøðiligum kanningum og øðrum fyrireikandi kanningum av verkætlanini eftir hesum leisti:


Seismikkur 2,0 mió. kr.

Royndarboringar 1,5 mió. kr.

Jarðfrøðilig frágreiðing 0,5 mió. kr.

Kostnyttu- og búskaparlig kanning 1,0 mió. kr.

Samlað 5,0 mió. kr.

 

Tinganes, 1. juli 2020

Jørgen Niclasen

Landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi