Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bústaðarpolitisku ætlanirnar hjá Landsstýrinum fáa mótstøðu

Innanlands, Politikkur | 03/07-2020 18:00

Í gjár vísti landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Elsebet Mercedes Gunnleygsdóttur, sínar bústaðarpolitisku ætlanir fyri almenninginum. 

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur tað vera gott, at Bústaðir, sambært ætlanunum hjá landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum, sleppur í gongd aftur við at byggja. Men, sigur hon, 

- Meir rós enn tað haldi eg ikki, at landsstýrið hevur uppiborið fyri sín bústaðarpolitikk, sum leggur seg farliga nógv eftir at behaga privatu vinnuna, heldur enn at loysa bústaðartrotið, sigur løgtingkvinnan.

Hon heldur, eins og Aksel V. Johannesen segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at vandin er, at vit fáa eitt stættarsamfelag, har tey við høgum inntøkum búgva í miðstaðarøkinum og lág- og miðallønt uttan fyri miðstaðarøkið.

- Tað merkir, at vit ikki hava samljóð í samfelagnum, at ung og gomul, hálønt og láglønt ikki búgva síð um síð, men hvør sær, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri javnaðarflokkin.


Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fegnast eisini um, at Bústaðir nú fær neyðugu játtanina at byggja bústaðir, men sigur, at:

- tá tað er sagt, so skuffar tað meg almikið, at treytirnar fyri at byggja bústaðir i Havn eru nógv øðrvisi enn i restina av landinum. Tað er í Havn, at teir høgu leiguprísirnar eru og tí eigur almenni bústaðarpolitikkurin eisini at leggja upp fyri, skrivar Annika Olsen, borgarstjóri, á sínum facebook-vanga. Við in.fo sigur Annika Olsen, at:

 – Í løtuni er tað øgiliga dýrt at leiga í Havn, tí at útboð og eftirspurningur ger, at her er avmarkað tal av íbúðum, og prísirnir eru høgir. Tað er her, sum størsti tørvurin er, um vit nú við Bústøðum í rygginum skulu hava eitt harðari avkast í Havn enn í restini av landinum, sigur tað seg sjálvt, at prísurin per eind verður enn dýrari í Havnini, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.

 

Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu, dámar heldur einki, at í mesta lagi 100 mió. Kr. eru oyramerktar til at brúkast í Havnini. Hann sigur, at tað er í Havn, at tørvurin á bústøðum er allarstørstur. Heðin Mortensen leggur á Fólkaflokkin, sum annars  situr við leiðsluni í býráðnum í Havn, og sigur, at flokkurin, heldur vil hava, at bústaðirnir í høvuðsstaðnum skulu vera dýrari enn aðrastaðni.

Sambært honum er púrt einki hent á bústaðarøkinum seinastu fýra árini – burtursæð frá, at Kommunan hevur hjálpt vinnufyritøkum at fáa bílig grundstykki.

- Bæði í landsstýrinum og býráðnum arbeiðir Fólkaflokkurin fyri teimum, sum vilja hava stóran profitt upp á bústaðarneyðina hjá fólki. Vit vita, at privatir útleigarar kunnu seta prísin, akkurát sum teir vilja, og eingin ivi er um, at við hetta lag verður tað bara uppaftur dýrari at seta búgv í Havn, sigur Heðin Mortensen.

 

Andras Róin, stjóri í Bústøðum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at um avkast grundarlagið skal vera størri, tá Bústaðir byggja í Havn - og um tað tá skal vera á jøvnum føti við tað privata, merkir hetta helst, at húsaleigan í Havn verður umleið 20 prosent hægri enn hon er nú, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.


Í uppskotinum hjá Elsebet Mercedes Gunnleygsdóttir, Landsstýriskvinnu í bústaðarmálum, stendur soleiðis:

- Fyri at tryggja, at fíggingin sæst aftur kring landið, hevur landsstýrið markað tær 400 mió. kr.:

200 mió. kr. eru markaðar til almannagagnligar verkætlanir, so sum búfelagsskapir ella sambýlir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar ella lestrarbústaðir, sum verða gjørdar eftir avtalu við landsstýriskvinnuna.

100 mió. kr. eru markaðar til verkætlanir uttanfyri miðstaðaøkini, har tað ikki er grundarlag fyri kapping við privat virkandi.

100 mió. kr. eru ómarkaðar, men fara tær til verkætlanir í teimum økjum, har grundarlag er fyri kapping við privat virkandi, skal hetta vera á javnsettum grundarlagi.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi