Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Órættvísa kappingin um tak yvir høvdið

Innanlands, Lesarabrøv | 04/07-2020 10:00

Vit vita, at endamálið hjá privatu aktørunum ikki er at hjálpa fólki í bústaðarneyð. Endamálið hjá privatu aktørunum er sjálvandi at tjena pengar. Tað liggur í teirra náttúru.  

Í gjár kom landsstýriskvinnan í bústaðarmálum langt um leingi við sínum bústaðarpolitisku ætlanum. Tað er gott, at Bústaðir sleppur í gongd aftur við at byggja. Men meir rós enn tað haldi eg ikki, at landsstýrið hevur uppiborið fyri sín bústaðarpolitikk, ið leggur seg farliga nógv eftir at behaga privatu vinnuna, heldur enn at loysa bústaðartrotið.

Landsstýriskvinnan hevur sett eitt avkastkrav. Altso, at Bústaðir skal hava meir inn av peningi fyri ávísar íbúðir. Tað merkir dýrari íbúðir. Dýrari íbúðir “har sum kapping er”, sigur landsstýriskvinnan. Har kappingin er, er bústaðarneyðin sjálvandi eisini størst. Fyribils sipar hon til miðstaðarøkið. Men kapping er ella kemur at eisini at vera í Runavík, í Klaksvík og aðrastaðni. Er ætlanin eisini, at húsaleigan skal hækka har?

“Tað snýr seg ikki um stættarmun” sigur landsstýriskvinnan í bústaðarmálum. Tað snýr seg eftir øllum at døma um kapping. Um hvør kann byggja bíligast ella lumpa flest. Trupulleikin er bara, at tað eru als ikki øll í okkara samfelag, sum kunnu vera við í hesi kappingini. Bústaðarpolitikkur snýr seg um, at okkara borgarar skulu trívast og ikki vera fyri ójavna. Tað snýr seg um, at Føroyar skulu vera eitt rúmligt samfelag, sum loftar teimum, ið ikki hava møguleika at keypa sær eini hús. Og tað snýr seg eisini um at geva fólki frælsi til at velja, um tey vilja eiga ella leiga. Tað snýr seg IKKI um at loyva nøkrum fáum at tjena upp á bústaðarneyðina. Tað er ikki bústaðarpolitikkur. Tað er ikki vælferðarpolitikkur. Tað er heldur ikki vinnupolitikkur. Um vit yvirhøvur kunnu kalla tað politikk, so er tað kanska vinapolitikkur. 

Vit vita, at endamálið hjá privatu aktørunum ikki er at hjálpa fólki í bústaðarneyð. Endamálið hjá privatu aktørunum er sjálvandi at tjena pengar. Tað liggur í teirra náttúru.  

Eins og Aksel V. Johannesen segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, er vandin at vit fáa eitt stættarsamfelag, har tey við høgum inntøkum búgva í miðstaðarøkinum og lág- og miðallønt uttan fyri miðstaðarøkið. Tað merkir, at vit ikki hava samljóð í samfelagnum, at ung og gomul, hálønt og láglønt ikki búgva síð um síð, men hvør sær. 

Vilja vit hava eitt fjølbroytt samfelag, har vit búgva síð um síð, viðra tolsemi, læra av hvørjum øðrum og vísa hvørjum øðrum og ymiskleikanum ans?

Spyrt tú meg, er svarið sjálvsagt ja. Og grundleggjandi útgangsstøðið fyri einum fjølbroyttum og opnum samfelag er, at øll hava atgongd til eitt trygt og gott heim. Vit mangla bústaðir í Føroyum, og húsaprísirnir eru høgir. Føra vit ikki bústaðarpolitikk í Føroyum, flyta fólk aftur av landinum. Tí vit mugu ásanna, at vit eru í eini varandi kapping við grannalond okkara, sum eru áratíggju framman fyri okkum, tá tað kemur til almennar bústaðir. 

Vit standa við startlinjuna. Fyrst dragna tey lágløntu afturúr, síðani tey miðalløntu og fremst renna tey, sum frammanundan hava nokk. Á síðulinjuni standa samgongulimirnir og bjóða teimum fremstu okkurt at leska sær við, so tey orka meira, meðan tey aftastu verða gloymd. Alt meðan Føroyar tapir kapprenningina við grannalondini. 

Føroyar fyri øll - ikki bara tey, sum frammanundan hava nokk!

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi