Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sjúrður Skaale : Bárður Nielsen roynir at gera Jan Ziskasen til løgmann  

Innanlands, Lesarabrøv | 04/07-2020 10:31

Løgmaður hevur onga støðu til Huawei-málið. Hann krevur, at Føroya Tele skal taka eina stóra, politiska avgerð. Men Bárður sleppur ikki undan síni ábyrgd 


Sjúrður Skaale 

Inntil mitt í mai hevði løgmaður onga politiska støðu til, hvør veitari skuldi seta upp 5G-netið í Føroyum. 

13. mai hevði hann so eina støðu - sum tó var sera trilvandi og veik. Hann segði tá í tíðindaskrivi, at spurningurin um, hvørt telesamskifti er eitt trygdarmál mátti greinast, og at vit skulu umhugsa at gera eina lóg, sum tryggjar, at vit kunnu líta á teir veitarar, sum fáa atgongd til føroyska fjarskiftisnetið. 

Skrivið varð sent út, tí danska stjórnin samstundis boðaði frá, at telesamskiftið framyvir skuldi handfarast sum eitt trygdarmál. Tað var altso røddin á Bárði - men tað var Mette, sum førdi penning. 

Og í Dimmalætting í dag vendir Bárður aftur til sína gomlu støðu - sum er onga politiska støðu at hava. Hann ger greitt, at føroysku televeitararnir púra greitt hava fingið at vita frá landsstýrinum, at einans kommersiell atlit skulu takast. "Og vit hava fyri so vítt ongantíð sagt nakað annað", leggur hann dent á. 

Við øðrum orðum: Føroya Tele og Nema skulu ikki lata seg órógva av tíðindaskrivinum frá 13. mai. Vissi kinesararnir eru bíligast og best, so er at fara undir samstarv við teir á hesum heilt vitala øki. 


Kina er eitt ónt diktatur 

Kina er ikki eitt frælst land. Kinesiskar fyritøkur eru, so ella so, amboð í hondunum á kinesiska kommunistaflokkinum, sum hevur alt vald í Kina. 

Hetta vald verður brúkt á óhugnaligan hátt. 

Í vikuni var ein lóg sett í gildi fyri Hong Kong, sum reelt tekur av frælsi hjá fólkinum har. Sigur tú nakað, sum stjórnini í Beijing ikki hóvar, kanst tú setast í fongsul. Tað, sum í 1989 hendi á Himmalska Friðartorginum, verður nú endurtikið uttanfyri sjálvt Kina. 

Kinesiska stýrið roynir at kvala allar tær frælsu røddir, sum forða tess framgongd. Ikki bara í Kina, men allastaðni. Vit kenna nøkur dømi úr grannalondunum. Tá "skeivi" persónurin í síni tíð fekk friðarheiðursløn Nobels, bleiv Norra útilokað frá kinesiska marknaðinum í áravís. Tá ein "skeiv" tekning stóð í einum donskum blað fyrr í ár, bleiv tað harðliga átalað av kinesisku ambassaduni. Tá kinesiskir leiðarar vitja Danmark, er kravið, at eingi tibetansk fløgg skulu síggjast. 

Men í Kina sjálvum er støðan nógv, nógv verri. Fólk verða burturflutt. Sett í legur. Steriliserað. Og - fyrst og fremst! - tey eru undir eftirlitið konstant. 

Farnu tíðina er ein røð av tíðindafólki útvíst úr Kina fyri at siga frá hesum. 


Bundinskapur er vandamikil 

Er tað nakað samband millum kinesisku stjórnina og Huawei? Ja. Huawei hevur fingið stórar skattafyrimunir inni í Kina, fyri at kunna vaksa seg stórt uttan fyri Kina. 

Er Huawei eitt amboð, sum kinesiska stjórnin brúkar til at njósnast í øðrum londum? Tað eru tað ikki prógv um, nei. 

KANN Huawei brúkast til tað í framtíðini? Tað er tað lítil ivi um, ja. 

Men tað er ikki bara vandin fyri njósning, sum er upp á spæl. Problemið er eisini, at Kina fær nógv vald í teimum londum, sum gerast fíggjarliga og tekniskt bundin at hesum stóra diktaturi. 

Hetta eru orsøkirnar til, at politiska mótstøðan móti Huawei er so stór í vesturheiminum. 

Og tí er hetta eitt tað størsta málið hjá okkum at taka politiska støðu til yvirhøvur. Men okkara leiðari hevur onga meining um tað. 

Stríðið millum USA og Kina um telenetið í Føroyum vísir, at tað eisini hevur stórpolitiskan týdning. Men okkara leiðari hevur onga meining um tað. 

Hetta er ein reint kommersiell avgerð, sigur Bárður - og tveitir sína politisku leiðsluábyrgd yvir á nevndir og stjórar í Føroya Tele og Nema.  

Tað er næstan groteskt. 


Okkara sameindu 

Eg vónaði, at tíðindaskrivið tann 13. mai var ein fráboðan um, at Landsstýrið nú fór at velja síðu. At tað merkti, at landsstýrið fór at siga ja til Vesturheimin. Ja til okkara sameindu. Ja til talufrælsi. Ja til mannarættindi. Nei til at lata Kina fáa stóra ávirkan í Føroyum í framtíðini. 

Men tað var tað ikki. 

Vit skulu ikki viga okkara avgerð á hesi vektini. Boðini frá okkara hægsta politiska myndugleika eru, at vit bara skulu taka reint kommersiell atlit. 

Hetta er vitleyst. Tí tann politiski týdningurin av avgerðini um televeitaran er nógv, nógv størri enn tann fíggjarligi týdningurin. 


Leiðslan ger rætt 

Bárður sigur í Dimmu, at Føroya Tele skuldi havt tikið sína avgerð fyri langari tíð síðani. 

Vit eru mong sum eru sera glað fyri, at avgerðin ikki bleiv tikin í óðum verkum. 

Eg veit ikki hví avgerðin ikki er tikin enn, men tá tvey stórveldi fara í opið stríð um eina føroyska avgerð, er heilt nátturligt at steðga á og hugsa seg um. Og tá avgerðin hevur so nógv politisk aspekt sum hendan, vildi eg hildið, at tey, sum skulu taka avgerðina, vænta at fáa greið politisk signalum frá sínum eigara - nevniliga hægsta politiska myndugleikanum í Føroyum. 

Uttan mun til hvussu vit venda og snara hesum, er hetta eitt politiskt mál. Tí kann løgmaður ikki renna undan. Hann kann ikki krevja, at teknikarar á Føroya Tele og Nema skulu taka avgerðina uttan at fáa nakra ábending um, hvat landsstýrið vil. Tað er altso landsstýrið, sum eigur Føroya Tele. 


Føroyska fólkaræðið hótt 

Hetta er eisini ein spurningur um okkara egna demokrati. 

Í Føroyum skulu politiskar avgerðir takast av politikarum, sum síðani skulu standa til svars mótvegis føroysku veljarunum. 

Um landsstýrið noktar at taka hesa politiska avgerðina, men letur hana upp í hendurnar á Jan Ziskasen og kompaní á Føroya Tele, hvør hevur so ábyrgdina av henni? Hvør skal standa til svars fyri avgerðini, um Føroya fólk aftaná heldur, at hon var skeiv? 

Hetta ber ikki til. Vit lata ikki teknikarar áseta skattastigan ella fiskivinnupolitikkin. Politiskar avgerðir skulu takast av politikarum. Tí kann Bárður Nielsen ikki renna undan. 

Sjúrður Skaale 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi