Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fimm eftir umfarið

Innanlands, Ítrottur | 25/04-2017 18:10
Pól Jóhannus Justinussen og Jóhan Troest Davidsen í nærdysti | Mynd: nsi.fo

NSÍ fekk fyrsta sigurin, hóast teir spældu við 10 monnum allan seinna hálvleik, og Suðuroyingarnir stóðu fyrstu stóru royndina og eru oddalið. Her eru fimm eygleiðingar eftir fimta umfar í Effodeildini.

NSÍ fyrsta sigurin hóast reytt kort

NSÍ-spælararnir mundu kenna seg lættar um hjartað, tá teir fóru til arbeiðis mánamorgunin. Prátið gongur sum vera man millum bygdafólkið, og fyri fyrstu ferð í ár kundu teir, sum spæla í gulum og svørtum, tosa um ein Effodeildarsigur. Venjarin, Anders Gerber, sum helst hevur kent seg eitt sindur trýstan, kundi fegnast um eitt gott avrik, fyrst við 11 monnum, men ikki minni eftir at Einar Tróndargjógv varð útvístur seint í fyrra hálvleiki, fyri ein ófantaliga takkling.

Uppskriftin til málið hjá NSÍ var ikki ókend, men uppspælið var frálíkt. Karl Løkin skallaði eitt HB-innlegg út úr brotsteiginum til Árna Frederiksberg, ið sendi hann víðari til Klæmint A. Olsen. Karl Løkin fekk bóltin aftur via Bárð J. Hansen, og sendi Árna Frederiksberg avstað í vinstru. Vongurin kann finna Klæmint A. Olsen í svøvni, og gjørdi tað eisini hesaferð, og framherjin tók sær av restini.

Við 11 móti 10 noyddist NSÍ aftur at verja, og tað eydnaðist at halda HB frá teimum heilt stóru møguleikunum. Alexandar Stankov, ið spældi við fyri fyrstu ferð, var maðurin aftanfyri størstu kjansirnar, men viðleikararnir tóku ikki av.

 - Tað er hent nakrar ferðir í ár, at vit byrja nokkso nógv prosent undir tí, sum vit vilja, og faktiskt eru vit slett ikki klárir, tá teir skora tað fyrsta málið. Restina av dystinum eru vit nógv betri enn teir, men eru ikki nóg skarpir á síðsta triðingi, segði Jóhan Troest Davidsen við KVF.
Viðmerkjarar vóru ivingarsamir um HB undan kappingarbyrjan, tí so nógvir spælarar vóru nýggir, og komu til felagið lutfalsliga seint. Hetta tykist eisini vera ein trupulleiki. HB er farið málleyst av vøllinum tríggjar ferðir av fimm í Effodeildini, og spælararnir tørva helst meir tíð saman, áðrenn spælið situr, sum tað skal.

Suðuroyingarnir vísa, hvat teir eru gjørdir av

Viðmerkjarar og ítróttarjournalistar - eisini á hesum matrikklinum - hava síðan í vetur tosað um topp-fimm liðini í Effodeildini. Semja hevur verið um, at Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB fóru at mynda toppin í fremstu deildini hetta kappingarárið, meðan hini fimm skuldu kappast um at sleppa undan at flyta niður.

Nú eru fimm umfør spæld, og felagsliðið úr Suðuroy, TB/FCS/Royn, er einsamalt oddalið í Effodeildini við 12 stigum. Sambært ítróttarskrivaranum hjá Norðlýsinum, Jákupi Ósá, er hetta besta byrjanin hjá einum suðuroyarliði síðan 1980, tá TB vann FM-heitið.

Suðuroyingarnir høvdu eina lutfalsliga bleyta byrjan upp á árið, og tey flestu høvdu kanska rokna við, at teir fóru at vakna við kaldan dreym, tá B36 kom á vitjan um vikuskiftið. Tað sá heldur einki serligt út, tá Patrik Johannesen hevði skorað tvær ferðir fyri B36, men teir grønu komu aftur í stórum stíli, og Jón Krosslá Poulsen (2) og Poul Ingason vendu tapi til sigur.

Tey flestu seta helst spurnartekin við, hvussu leingi ævintýrið hjá Maurice Alexander Ross og hansara monnum fer at vara. NSÍ, HB og KÍ eru næstu mótstøðuliðini, og eingin verður kløkkur, um góða gongdin steðgar eitt sindur upp komandi vikurnar. Ongin ivi er kortini um, at suðuroyingarnir stóðu fyrstu stóru royndina við bravur, og at onnur lið ikki longur meta TB/FCS/Royn sum eitt av lættaru mótstøðuliðunum. Hugburðurin er avgjørda styrkin hjá teimum grønu, og og hóast tað ikki sær so polerað út, hevur Maurice Alexander Ross funnið spælarar, ið hóska væl saman við lyndinum hjá skotska venjaranum.

Deyðbóltar og persónlig mistøk kostaðu í Sarpugerði

Tá væl skipaði og sterk lið møtast, verður eitt persónligt mistak ofta avgerandi fyri úrslitið. Í Sarpugerði sunnudagin hittust Víkingur og KÍ, liðini við bestu verjunum í fjør, og tað vórðu deyðbóltar, tilvild og persónlig mistøk, ið vórðu orsøk til øll fýra málini.

Víkingaspælararnir eru vanliga sterkir upp á deyðbólt - bæði offensivt og defensivt - og venjarin, Sámal Erik Hentze, var óivað ónøgdur við, at bæði málini hjá KÍ komu eftir hornaspørk, eitt úr hvørjari síðu. Fyrst endaði góða sparkið hjá Jóannesi Bjartalíð úr høgru síðu eitt sindur tilvildarliga í málinum via Fróða Benjaminsen, og so slapp lági bólturin úr vinstru tætt inn við stongini, og so var lag á manni hjá Atla Danielsen at skora úr stuttari frástøðu.
- Tað var eg, sum svav eitt sindur. Eg átti at standa har, men stóð ov uttarlaga, tí eg helt meg síggja ein mann koma inn, segði Sølvi Vatnhamar.

Ahmed Mujdragic iðrar seg helst enn um mistakið, sum loyvdi Fróða Benjaminsen ígjøgnum at javna til 1-1. Stinni miðverjin fekk bóltin frá málverjanum, vendi sær og dró frameftir, men veteranurin hjá Víkingi stjól bóltin, og setti bóltin í netið.
Víkingur royndi seg meir og meir við langum bóltum, sum tíðin gekk undan, og vanliga er hetta krás fyri Hørð Askham, Jonas Flindt Rasmussen og Ahmed Mujdragic í KÍ-miðverjuni. Í yvirtíðini varð Jonas Flindt Rasmussen brádliga einsamallur við Fróða Benjaminsen og Sorin Anghel, og Adeshina Lawal kundi seta leysa bóltin inn.

KÍ-liðskiparin var kjansaleysur, Hørður Askham og Ahmed Mujdragic vóru ikki upp á pláss, og vóru ikki klárir, tá Adeshina Lawal fylgdi upp.

Ken Fagerberg, Ivan Stojkovic og 07 Vestur fult aðru ferð á rað

Lív er komið í hjá 07 Vestur, sum var í stórum trupulleikum, tá teir vitjaðu í Fuglafirði í fjórða umfari. Einki stig og einki mál fyrstu trý umførini bendu á, at vágamenninir fóru at fáa eitt sera trupult ár, men eftir tveir sigrar á rað sær bjartari út.

Ein og í eittmálssigrinum í Fuglafirði var Ken Fagerberg stóri spælarin hjá 07 Vestur. Svenski framherjin er stríggin at fáast við hjá verjuspælarum, og hetta var eyðsæð í dystinum móti EB/Streymi. Hann legði 07 Vestur framum við einum hørðum skoti úr spískum, og síðst í dystinum fekk framherjin tikið eitt útspark frá málverjanum niður og legði yvirum til Jákup S. Olsen, ið avgjørdi dystin. Tað hevur verið ein trupulleiki, at Ken Fagerberg ofta er vorðin ov einsamallur í álopinum, men 2-0 málið er gott dømi um, hvat kann koma burturúr, um renningarnar koma frá viðspælarunum.

Í hinum endanum var Ivan Stojkovic í 07 Vestur-málinum væl upplagdur. EB/Streymur var spælstýrandi, og skaptu fleiri góðar møguleikar, sum burdu havt kastað meir av sær. At 07 Vestur helt nullið, eigur royndi serbin størsta heiðurin fyri. Í seinna hálvleiki bjargaði hann fleiri ferðir, og besta bjargingin kom, tá Leif Niclasen skeyt úr móti nærmaru stongini úr stuttari frástøðu, men Ivan Stojkovic fekk fótin á.

B36 og Odmar Færø í trupulleikum

Støðan hjá B36 minti á nógvan hátt á støðuna hjá TB/FCS/Royn, bert við øvugtum fortekni. Eftir fýra umførum var úrtøkan fýra javnleikir, og tí lá árstalsfelagið heldur niðarlaga á stigatalvuni. Víst var kortini á - og tað av røttum - at B36 hevði spælt ímóti øllum hinum topp-fimm liðunum, og tí mundu stigini fara at koma, tá ‘lættaru’ dystirnir vóru á skránni. Tað gekk eisini eftir ætlan, tá Patrik Johannesen argaði fleiri av sínum gomlu liðfeløgunum við tveimum málum. 2-0 til B36, og eingin vegur aftur fyri suðuroyingarnar, ella tað hildu tey flestu.

Spælararnir í grønum høvdu kortini ikki lisið leikritið, og vístu framúr hugburð, tá teir vendu dystinum við trimum málum upp á 25 minuttir. Tað var ikki sørt óvæntað, at B36, sum í fleiri ár hevur klárað seg framúr væl í verjuspælinum, loyvdi suðuroyingunum inn aftur í dystin.

Odmar Færø er vanliga álitið í miðverjuni hjá árstalsfelagnum, men dysturin sunnudagin er ein, ið hann helst vil gloyma so skjótt sum gjørligt. Fyrst slapp Jón Krosslá Poulsen at standa púra leysur í brotssteiginum og minka um munin, og síðan gjørdi landsliðsmiðverjin eitt sera klossut brotsspark við hondini, tá hann ikki rakk bóltinum við høvdinum. Enn verri gjørdist tað tveir minuttir fyri leiklok, tá Odmar Færø tapti nærdystin við Poul Ingason, sum skallaði sigursmálið í netið eftir hornaspark.

Jákup á Borg og B36 eru í stórum trupulleikum, ikki tí at spælið hevur verið vánaligt, men tí úrtøkan higartil heilt einfalt ikki hevur verið nóg góð. Komandi umfar vitjar ÍF í Gundadali, og teir hvítu og svørtu eru ivaleyst sera uppsettir uppá at vaska tapið í Suðuroy av sær.


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi