ZACHARIAS HAMMER - úrmælingur farin!
Týsdagin í seinastu viku komu deyðsboðini av Zacharias Hammer, bert 68 ára gamal. Zacharias vaks upp í Hvalba, men sum 9 ára gamal flutti familjan til Havnar. Í sínum yngru árum savnaðist hann í samkomuni í Ebenezer, har hann eisini var virksamur. Hann var við til at byrja sunnudagsskúla á Hvítanesi.
Hóast Zacharias ikki hevði fakliga útbúgving innan radio og sjónvarp, so var tað hetta, sum dróg, og júst á hesum økinum prógvaði hann sín kreativa dugnaskap. Í 1966 byrjaði Evangeliska Røddin (EVR), við upptøkuhølum í Ebenezer, at senda kristiligt útvarp til føroyska sjófólkið úti í heimi og føroyskar útisetar. Longu í 1972, bert 21 ára gamal, fekk Zacharias Hammer litið upp í hendur fulla ábyrgd av tøkniligu síðuni hjá Evangelisku Røddini, men hann hevði eisini ábyrgdina av at skipa fyri upptøkum av talum, sum síðani skuldu redigerast til deadline í Monte Carlo hvørt týskvøld, tá føroyska útvarpssendingin hjá Evangelisku Røddini skuldi í luftina.
Jógvan Hammer, ein av stovnarunum av Evangelisku Røddini, skrivar soleiðis í minningarorðum um Zacharias Hammer:
Her situr Zacharias í upptøkuhølunum á loftinum í Ebenezer, sum hann var við til at byggja upp. Her brúkti hann nógvar tímar!“Hesa tænastu røkti Zacharias á trúfastan og fullgóðan hátt ígjøgnum øll sjeyti- og væl upp í áttati-árini. Fyrstu tíðina húsaðist hann við upptøkutólunum heima hjá foreldrunum við Velbastaðvegin. Seinni fekk hann í lag at byggja upptøku-studio uppi á loftinum í Ebenezer. Hann sá tørvin og hvussu neyðugt tað var støðugt at hava tíðarhóskandi tekniska útgerð. Fyri at røkka hesum málinum, breyt hann upp úr nýggjum, og fór, umframt at gera sendingarnar og røkja útvarpsvirksemið hjá EvR, undir útgávu av kassettubondum við andaligum sangum og hoyrispølum.”
”Zacharis hevði nógvar góðar eginleikar. Hann fekk nógv í lag, setti seg inn í tøkni-ivamál, og vann á trupulleikum. Hann hongdi seg ikki í bagatellir, men fekk tingini avgreidd. Hann hevði árræði og dirvi, var beinasamur og álítandi,” skrivar Jógvan Hammer í minningarorðunum um Zacharias Hammer.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Kokkurin er færeyingur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Petur Oluf Hansen - pionerur

Tunnilsgjald

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Dúvugarðar

Ein brokkmanslestur.

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Sjey nýggir býráðslimir

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











