GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Seinasta leygardag vóru 50 ár liðin síðani Susan og Øssur Berghamar, fyrrverandi fyristøðuhjún í Kristnastovu í Keypmannahavn, gingu í hjúnaband. Susan er uppvaksin í London og Øssur er vaksin upp í Havnini.
Tey vórðu vígd í London, men valdu at búseta seg í Tórshavn, men longu í 1972 kendu tey kall at virka í Danmark, har tey gjørdust ein partur av evangeliska trúboðaraátakinum Operation Josva, sum hevði høvuðsstøð á Fyn.
Í hesum arbeiðinum komu tey at ferðast nakað í Danmark m.a. í Keypmannahavn, har tey hittu føroyskar útisetar. Tað var tá, at tankin og kallið kveiktist í teirra sinni, at gera eitt miðvíst kristiligt arbeiði millum føroyingar, sum vóru fluttir til danska høvuðsstaðin at lesa.
Tá tíðin var liðug við Operation Josva fluttu tey til Keypmannahavnar. Á heysti í 1973 fluttu tey í leiguíbúð á Oxford Allé á Amager. Har savnaðu tey føroyingar til kristiliga samkomu hvørt fríggjakvøld tey næstu 6 árini – tað vísti seg, at undirtøkan millum føroyingar í høvuðsstaðnum var sera góð!
Sum árini gingu var brúk fyri størri og meiri tíðarhóskandi hølum, og í 1979 varð ognin á Birmavegi 36, eisini á Amager, keypt til sama endamál. Tey fluttu inn í stásiligu stórhúsini á horninum Birmavej og Backersvej, har føroyska merkið hevur veitra til dagin í dag og bjóða føroyingum vælkomnum til kristiliga samkomu í Kristnastovu.
Tað eru í dag 47 ár síðani Susan og Øssur lótu dyrnar upp í Kristnastovu á fyrsta sinni, og leygardagin 20. juni var Kristnastova hóskandi karmurin til gullbrúdleypsdagin, sum var hildin fyri familju, vinum og kenningum. Leygardagurin var sjálvur brúdleypsdagurin. Orsaka korona var talið av gestum avmarkað.
Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við onkran av gestunum, sum sigur, at talarnir vóru nógvir, og at tað, sum hoyrdist aftur í talunum var týdningurin, sum Kristnastova hevur havt fyri lesandi útisetar.
Susan og Øssur búgva ikki í Keypmannahavn í dag, men hava seinastu 12 árini búð úti í Ganløse, sum liggur nakað uttan fyri Keypmannahavn. Tey vitja framvegis regluliga á Ríkissjúkrahúsinum og sjúklingahotellinum, og eru framvegis virksom í Kristnastovu, hóast nøkur av seglunum vóru repaði fyri 12 árum síðani, tá Dora og Niels Pauli Nónstein gjørdust fyristøðuhjún í Kristnastovu.
Í januar mánaða í fjørð varð Øssur útnevndur ársins føroyingur millum lesararnar av Tíðindablaðnum Sosialurin. Hendan heiðurin fekk hann fyri ótroyttiligu og stimbrandi vitjanir sínar á Ríkissjúkrahúsinum.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Kokkurin er færeyingur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Petur Oluf Hansen - pionerur

Tunnilsgjald

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Dúvugarðar

Ein brokkmanslestur.

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Sjey nýggir býráðslimir

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











