FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR Í KRISTNASTOVU
Fyri 12 árum síðani, í 2008, var vaktarskifti í Kristnastovu, tá hjúnini Dora og Niels Pauli Nónstein tóku yvir sum fyristøðuhjún eftir Susan og Øssur Berghamar, sum høvdu leitt arbeði síðani 1973.
Tað er nakað síðani, at Dora og Niels Pauli byrjaðu at trappa niður, tá tey fluttu í eina íbúð inni í býnum, og Klaksvíkshjúnini Sólvá og Jákup Hansen fluttu inn í Kristnastovu, har tey eru enn í dag.
Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við Niels Paula í vikuni, og hann sigur, at nú er tíðin komin hjá teimum at flyta heim til Føroyar. Konan og tvey tey ynsktu børnini eru flutt, og Niels Pauli flytur um mánaðarskifti juni/juli. Tey koma at búgva í Tórshavn.
Niels Pauli sigur, at tað fyrstu tíðina kemur hann at vera knýttur til arbeiði í Kristnastovu hóast búsitandi í Føroyum. Hetta merkir, at hann kemur at ferðast nakað ímillum Føroyar og Keypmannahavn.
Dora og Niels Pauli eiga tvær gentur og ein drong, sum mugu sigast at vera Kristnastovubørn burtuav, tí tey eru øll fødd undir tíðarskeiðinum hjá foreldrunum í Kristnastovu.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Kokkurin er færeyingur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Petur Oluf Hansen - pionerur

Tunnilsgjald

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Dúvugarðar

Ein brokkmanslestur.

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Sjey nýggir býráðslimir

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











