Ungir læknar og introstørv: Landsstýrið lovar hægri raðfesting
Í juni mánað spurdi eg landsstýrismannin í heilsumálum, um hann hevði ætlanir um at hækka játtanina til introstørv til læknar, og um tað ber til at stytta bíðitíðirnar í heilsuverkinum og hava meira støðugar læknar í økjum, har tað mangla læknar. Vit vita, at tað er neyðugt at styrkja útbúgvingina av kommulæknum og sjúkrahúslæknum í Føroyum, og at tørvur er á fleiri introstørvum, soleiðis at ungir føroyskir læknar ikki noyðast av landinum. Og soleiðis at allir føroyingar hava atgongd til góða og trygga heilsubót – bæði hjá kommunulækna og á sjúkrahúsum.
Eg gleðist um, at landsstýrismaðurin viðurkennir tørvin og vóni, at tað fer at síggjast aftur á fíggjarlógini fyri komandi ár. Somuleiðis vóni eg, at landsstýrið vil gera meira fyri at stytta bíðitíðirnar í heilsuverkinum, sum tey lovaðu undan valinum.
Spurningurin og svarið kann lesast niðanfyri:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til introstørv?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði borið til at stytt bíðitíðirnar í heilsuverkinum og havt meira støðugar læknar í økjum, har tað mangla læknar, um starvsfólkatilfeingið bleiv gagnnýtt betur?
Svar: Til spurning 1
Í 2004 varð serstøk játtan sett á stovn til útbúgving av yngri læknum í føroyska heilsuverkinum. Endamálið við játtanini var at styrkja útbúgvingina av kommunulæknum og sjúkrahúslæknum í Føroyum. Landssjúkrahúsið umsitur kontuna, og í leiðbeining frá Heilsumálaráðnum er sett, at í minsta lagi tvey høvuðsútbúgvingarstørv verða sett um árið innan almen medisin (kommunulæknar) – og trý fimta hvørt ár.
Skipanin við útbúgving av kommunulæknum hevur virkað sera væl, síðani hon varð sett í gildi. Hesi árini eru útbúnir 29 kommunulæknar í Føroyum. Hinvegin hava Landssjúkrahúsið og Heilsutrygd víst á, at tørvur er á enn fleiri høvuðsútbúgvingarstørvum umframt introstørvum bæði innan almen medisin og aðrar sergreinar innan Sjúkrahúsverkið. Eg viðurkenni, at tørvur er á fleiri útbúgvingarstørvum í skipanini, tí fari eg at taka málið upp við avvarðandi partar í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri 2021. Við fleiri introstørvum innan aðrar sergreinar á sjúkrahúsunum, høvdu fleiri føroyskir yngri læknar havt møguleika at koma til Føroyar at arbeiða millum lestur og høvuðsútbúgvingina. Royndir hava víst, at tað at knýta bond við læknar undir útbúgving, økir heilt vist um møguleikan fyri, at hesir velja at koma til Føroyar aftur seinni á teirra starvsleiðum.
Til spurning 2
Roynt verður alsamt at menna útbúgvingarstøðini, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Kommunulæknaskipanini. Hesi átøk hava borið ávøkstur, og er áhugin hjá føroyskum læknalesandi at venda aftur til Føroyar eftir loknan lestur nú ovurstórur. Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri sergreinar góðkendar til introstørv og partar av høvuðsútbúgvingarstørvum. Tað vil siga, í løtuni eru bæði umsøkjarar og tøk útbúgvingarpláss, men í verandi játtan til útbúgving av yngri læknum, er ikki fígging til fleiri útbúgvingarstørv. Fleiri útbúgvingarstørv á Landssjúkrahúsinum høvdu havt við sær meiri orku til kanningar og viðgerðir, og harvið hevði verið møguligt at stytt um bíðilistarnar.
Tað eru 34 kommunulæknaviðtalur í Føroyum. 26 av kommunulæknaviðtalunum eru mannaðar við kommunulæknum í føstum starvi; meðan hinar 8 kommunulæknaviðtalurnar eru mannaðar við avloysarum. Havandi í huga aldurin hjá kommunulæknunum og talið av læknum undir útbúgving, sum verða lidnir næstu trý árini, eru ikki útlit fyri, at fleiri av leysu størvunum verða mannaði við føstum lækna komandi árini. Tí vil eg frameftir arbeiða fyri, at fleiri læknar koma í útbúgvingarstørv. Til kunningar eru í útbúgvingarskipanini í løtuni: 16 KBU-læknar (Klinisk Basis Uddannelse), 8 læknar í introstørvum innan ymiskar sergreinar og 10 læknar undir høvuðsútbúgving til kommunulækna.
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Bjarni

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











