Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Øll børn fáa pláss í Hvalvík

Innanlands | 05/07-2020 16:30

Síðstu tíðina hevur dagstovnurin við Kráir í Hvalvík verið fullur av børnum, og enntá standa børn á bíðilista.

Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið og samtykti býráðið á seinasta býráðsfundi, at frítíðarskúlin og elsti árgangur á dagstovninum við Kráir koma at vera í niðastu hædd í Hvalvíkar skúla frá august 2020. Hølini verða tillaga til tørvin hjá dagstovninum.

Avgerðin er tikin í samráð við leiðsluna í Hvalvíkar skúla og við tilmæli frá skúlastýrinum.

Kommunan fegnast um, at barnatalið í bygdunum er í vøkstri og við hesum vóna vit, at tørvurin er nøktaður í eina tíð fram.

kelda: https://sunda.fo

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi